Tekningarnar til Auschwitz-leguna funnar í Berlin

Nakrir menn, sum skuldu nútímansgera eina íbúð í Berlin, komu fram á nøkur sera forvitnislig skjøl - tekningarnar av týningarleguni í Auschwitz

70 ár eftir ta sokallaðu Krystall­náttina tann 10. no­vember í 1938 kundu fleiri týsk bløð almanna­kunn­gera nakrar tekningar, sum bara nøkur fá høvdu sæð fyrr, og sum uppaftur færri vistu um at siga nú.

Bløðini vistu at siga, at í sambandi við umvælingar­arbeiði í einari íbúð í Berlin vóru fólk komin fram á eina gula mappu. Í henni lógu 28 pappírssíður. Tekst­urin var ein neyv frá­greið­ing um eina legu, sum skuldi brúkast til at týna jødar í, og saman við frá­greið­ingini vóru tekningar, sum vístu, hvussu legan skuldi byggjast, skipast og brúkast.

Frágreiðingin er dagfest tann 23. oktober í 1941.

Sambært teimum týsku bløðunum er talan um eina stórhending, og innihaldið í frágreiðingini er eisini koll­veltandi sambært blaðnum Bild, tí tað prógvar, at longu tíðliga høvdu nazistarnir ætlanir um at beina fyri jød­um og sigoynarum í stórum tali.

Bild var tað fyrsta blaðið, sum prentaði frágreiðingina og tekningarnar, og tað var neyvan av tilvild, at tað bleiv gjørt sama dag, sum týskarar og onnur mintust ræðuleikarnar Krystall­nátt­ina fyri 70 árum síðani, tá nazistarnir av álvara fóru und­ir herferðina ímóti teim­um týsku jødunum, og sum endaði við Holocaust.

Mátti útbyggjast

Auschwitz er tað týska navn­ið á polska býnum Oswiecim, og har bygdu nazistarnir eina risastóra savningarmegu, sum skuldi brúkast til at útrudda jødar­nar í øllum teimm londu­num, sum týski herurin hevði hersett í Evropa.

Legan bleiv bygd í 1940, og tað var SS-ovastin Hein­rich Himmler, sum hevði umsjón við arbeiðinum. Teir fyrstu jødarnir vórðu fyri­beindir í leguni við gassi í 1941, men tað vísti seg, at orkan var ikki nóg stór, og tí bleiv ein týningar­lega bygd afturat í Birkenau í oktober í 1941.

Tey, sum hava hugt í frá­greiðingina og tekningarnar, sum nú eru komin undan kavi, siga, at tað er týðiligt, at ætlanin var at útbyggja og nútímansgera leguna í Auschwitz, so hvørt sum tørvur bleiv á tí.

Í 1942 settu nazistarnir av álvara ferð á jøda­týn­ing­ina í Auschwitz við gassi, og tá tann sovjetski herurin kom til leguna tann 27. januar í 1945 og fríaði teir fangarnar, sum vóru eftir á lívi, høvdu millum 1,5 og tvær milliónir jødar og onnur mist lívið har.

Ætlanin løgd tíðliga

Millum skjølini, sum lógu í teirri gulu mappuni, er ein neyv byggifrágreiðing um og tekning av einum rúmi, sum á tekningini verður kall­að ”gasskamar”. Har sæst, at hetta rúmið skal vera 11,66 metrar annan vegin og 11,20 metrar hin vegin. Við síðuna av tí er teknað eitt rúm, sum er kallað ”avlúsingarrúm”, og har skuldu fangarnir avlús­ast, áðrenn teir blivu koyrdir í gasskamarið.

Ta endaligu avgerðina um at útrudda teir evrope­isku jødarnar tóku nazist­ar­nir í einari ráðstevnu í Wann­see í januar í 1942. Tað var her, teir samtyktu ta tiltiknu ”endaligu loysnina”, hvørs endamál var at beina fyri jødunum í Evropa, sum um tað mundi vóru umleið 11 milliónir í tali.

Skjølini, sum nú eru funn­in í Berlin, vísa sambært Bild, at nazistarnir høvdu neyv­ar ætlanir um at út­rudda jødarnar, áðrenn tann endaliga avgerðin bleiv staðfest og undir­skriv­að á Wannsee-ráðstevnuni.

At tann ovasta leiðslan hjá nazistunum var uppií, longu tá tekningarnar av Auschwitz-leguni blivu gjørdar, sæst av, at sjálvur Heimrich Himmler hevur skrivað sítt navn á eina av tekningunum við grønum penni.

Prógva týningina

Ein av tekningunum í teirri gulu mappuni er av einum rúmi, sum skuldi brúkast til at brenna lík í, og á einari aðrari sæst tað eyðkenda portrið á leguni í Birkenau, har tokini kundu koyra líka inn í leguna við fangunum.

- Byggiætlaninar eru eitt haldfast prógv um ta skip­aðu útruddingina av teimum evropeisku jødunum, sigur Hans-Dieter Kreikamp, leið­ari á týska ríkisskjala­savn­­inum í Berlin, við blaðið Bild.

- Skjølini vísa, at øll, sum vóru við til at leggja ætlan­ina um at byggja leguna í Auschwitz, vóru vitandi um, at har skuldu fólk drep­ast við gassi á ein skipaðan hátt. Skjølini vísa sam­stundis aftur øllum teimum, sum avnokta jødatýningina, skrivar Bild.

Sambært Reuters hava týsku myndugleikarnir ikki gjørt nakrar almennar við­merkingar til tað hug­vekj­andi fundið í Berlin.