Tekniski Skúli í Klaksvík vann aftur

Xplore kappingin millum miðnáms-skúlar varð hildin á øðrum sinni í seinastu viku. Hesa ferð við luttøku frá 16 miðnámsskúlum úr fimm londum. Hóast kappingin var munandi herd, sýndu næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík seg aftur sum teir knáastu

Oljusimulatiónin Xplore gevur eina grundleggjandi fatan av, hvat oljuleiting snýr seg um. Luttakararnir verða býttir í smáar bólkar við trimum ella fýra í hvørjum, og tey skulu so royna at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Bólkarnir kappast sínamillum, og dugnaligasti bólkurin er tann, sum finnur mesta virðið av olju samanborið við peningin, sum tey hava brúkt.
Kappingin var á fyrsta sinni hildin í 2002, og tá vóru tað einans føroyskir miðnámsskúlar, sum vóru við. Ta kappingina vunnu Hallur Joensen, Rói Jacobsen og Gunnleivur Biskopstø av Tekniska Skúla í Klaksvík.
Hesa ferð vóru skúlar úr Íslandi, Noregi, Danmark og Skotlandi eisini bjóðaðir við, men hóast hetta, vóru næmingar av Tekniska Skúla í Klaksvík aftur nógv bestir og vunnu bæði fyrsta og annað pláss.
Vinnarar gjørdust Marner Joensen, Markus H. Sørensen og Poul Ingi Olsen, sum saman við tveimum bólkum av Borgarhóltsskólanum í Reykjavík, eisini vóru stinnastir í innleiðandi umførunum, ið vóru mánadagin, týsdagin og mikudagin.
Av teimum 99 bólkunum, sum luttóku, endaðu 24 í finaluni fríggjadagin, harav fjúrtan føroyskir. Fimm teir bestu bólkarnir í finaluni vóru:
1.Marner Joensen, Markus H. Sørensen og Poul Ingi Olsen av Tekniska Skúla í Klaksvík

2.Thordur A. Egholm, Jóan Petur á Stongunum og Ólavur Jensen av Tekniska Skúla í Klaksvík

3.Marna Leila Vandsdal, Arnóra Dímun Persson og Sára Jógvansdóttir av Føroya Handilsskúla Tórshavn

4.Steven Gilchrist, Derek Stewart og Robert Watt frá Cogent Modern Apprenticeships í Aberdeen

5.Rakul Heygsá, Arne Debes Winthereig og Duruta Hentze Sørensen av Føroya Handilsskúla Tórshavn

Marner, Markus og Poul Ingi verða heiðraðir á oljuráðstevnuni Offshore Faroes 2003, sum verður týsdagin 2. desember í Norðurlandahúsinum. Vinningurin er 15.000 kr, umframt ein ferð til Aberdeen.

Samanlagt luttóku 325 lesandi úr 16 miðnámsskúlum, harav umleið helvtin av luttakarunum vóru úr Føroyum. Eisini vóru 40 vegleiðarar knýttir at tiltakinum, og hesir høvdu til uppgávu at stuðla teimum lesandi, stimbra samstarvi og at svara ivamálum. Vegleiðarar á Tekniska Skúla í Klaksvík vóru Nikolas Olsen og Linjon Jacobsen.
Xplore var ókeypis hjá skúlunum at luttaka í, men var fíggjarliga stuðlað av NORA, Eni, Atlantic Airways, Føroya Sparikassa og Føroya TELE. Tað var aftur í ár Tökni, sum skipaði fyri. Meira kann lesast á www.xplore.fo