Tekniskir trupulleikar: Seinking og avlýsingar í dag

Smyril fór ikki av Krambatanga klokkan 6 í morgun, sum ætlað.

 

Ferðafólkini fingu í hátalaranum at vita, at trupulleikar vóru við uppstartinum. Klokkan 7:25 í morgun fóru motorarnir á Smyrli í gongd og Smyril fór av Krambatanga hálvanannan tíma seinni enn ætlað.

 

Hetta ávirkar ferðaætlanina í dag, og túrarnir  av Havnini kl 8:45 og av Krambatanga kl. 11:30 eru avlýstir. 

 

Smyril siglir av Havnini klokkan 14:15 sambært ferðaætlanini.