Vegskattur: Ætla ikki at javnseta elbilar við aðrar bilar

Landsstýrið ætlar ikki í løtuni at leggja fram eitt serstakt uppskot um at javnstilla el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum. Í staðin skal øll avgjaldsskipanin endurskoðast.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.

 

Løgtingsmaðurin spurdi, um landsstýrið fer at leggja fram lógaruppskot, sum javnstillar el- og vetnisbilar við bensin- og dieselbilar, tá tað ræður um vegskatt.

 

Sambært landsstýrismanninum vísa metingar hjá Landsverki, at vegslit fyrst og fremst er tengt at ástrýstinum frá akførunum. Hann sigur, at ástrýstið frá vanligum elbilum ikki er so nógv størri enn frá bensin- og dieselbilum, at tað gevur orsøk til at vænta størri slit á vegunum.

 

Hinvegin kann støðan broytast, tá elriknir lastbilar gerast vanligari. Teir eru tyngri enn vanligir lastbilar, og tað kann fáa týdning fyri slitið á vegakervinum.

 

Aksel V. Johannesen staðfestir samstundis, at inntøkurnar frá vegskattinum fara at minka, so hvørt sum talið av elbilum veksur.

 

Tí metir hann, at tað verður neyðugt at endurskoða alla avgjaldsskipanina fyri akfør.

 

– Neyðugt verður at endurskoða alla avgjaldsskipanina fyri akfør soleiðis, at vit tryggja eina burðardygga og javna skipan og samstundis taka atlit til bæði slit á vegakervinum og málini innan orku- og veðurlagspolitikkin, skrivar landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at arbeiðið skal gerast í einum breiðari høpi, og tí verður einki serstakt lógaruppskot um vegskatt fyri el- og vetnisbilar lagt fram í løtuni.

 

Svarið er latið í sambandi við ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.