Skúlastjóri í Porkeris skúla

Cecilia Nolsøe Sørensen fer komandi skúlaár at røkja starvið sum skúlastjóri í Porkeris skúla, meðan skúlastjórin er í farloyvi.

 

Hetta skrivar Undirvísingarstýrið á undirvising.fo.

 

Cecilia er 41 ára gomul og ættað av Tvøroyri.

 

Umframt læraraútbúgving hevur Cecilia eisini eina B.Sc.-útbúgving innan vinnubúskap og sálarfrøði. Hon hevur fleiri ára royndir sum lærari og hevur áður røkt starvið sum skúlastjóri í eitt ár.

 

Cecilia byrjar í starvinum 1. august 2026.