Milliónir hava sæð norskar áskoðarar sita á rað og gera rørslur, sum um teir róðu eitt víkingaskip.
Fyribrigdið verður rópt Viking Row, og tað hevur skjótt gjørt seg galdandi sum eitt sermerki hjá norska landsliðnum og áskoðarunum.
Fagnaðurin byggir á norska víkingaarvin. Sambært ferðavinnusíðuni Visit Norway er hann íblástur frá gomlum rørslum og siðvenjum knýttum at lívinum á firðum og sjónum, har árar og róður vóru ein natúrligur partur av gerandisdegnum.
Fjepparar og spælarar seta seg niður á rað og gera samstundis rørslur, sum um teir róðu. Ein trumma heldur taktina, meðan áskoðararnir rópa “ro” annaðhvørt trummuslag.
Tað var norski fótbóltsfjepparin og lærarin Ole Frøystad, sum verður róptur Mr. Row Row, ið fann upp á fagnaðin. Hann varð fyrstu ferð brúktur til landsdyst móti Sveis í mars og gjørdist beinanvegin sera væl umtóktur.
Síðani hevur hann breitt seg langt út um fótbóltsvallirnar. Fólk hava róð á gøtum, í skúlum, á arbeiðsplássum, framman fyri kongsslottinum í Oslo og enntá á Times Square í New York.
Spælararnir eru eisini við
Norsku landsliðsspælararnir hava eisini tikið siðin til sín. Eftir sigurin á Senegal fyrr í vikuni stóðu stjørnurnar Erling Haaland og Martin Ødegaard á odda fyri róðrinum saman við fjepparunum.
Haaland heldur, at felagsskapurin rundan um landsliðið er nakað heilt serligt.
– Hetta er fantastiskt. Um eg ikki spældi við landsliðnum, hevði eg staðið á gøtuni í Oslo og hugt at dystinum. Fólk eiga bara at njóta hetta. Tað er søguligt og stórt fyri alt Noreg, segði hann við NRK.
Ikki øll eru sannførd
Kortini eru ikki øll líka hugtikin.
Svenskir landsliðsspælarar hava gjørt gjøldur burtur úr róðrinum og hildið, at sjónvarpsmyndatólini vísa hann ov ofta.
Eisini í Noregi hevur kjak verið um víkingatemað. Summir halda, at tað gevur eina ov einfalda og romantiska mynd av víkingatíðini.
Viðmerkjarin Markus Slettholm í Morgenbladet kallaði átakið eina “Andeby-útgávu” av norskari mentan, meðan Hans Petter Sjøli á VG helt, at víkingastílurin er ov nógv brúktur.
Ein norskur áskoðari, Emil Anners Lappen, gjørdist eisini kendur, tá hann noktaði at rógva saman við hinum á áskoðaraplássunum. Hann helt, at hugskotið minti ov nógv um íslendska klappifagnaðin og vísti á, at víkingaskip ofta sigldu við seglum heldur enn árum.
Landsliðsvenjarin Ståle Solbakken hevur tó víst atfinningunum frá sær.
Noreg er við í HM fyri fyrstu ferð í 28 ár og spælir sunnukvøldið áttandapartsfinalu móti Brasil.










