Seinastu árini hevur ikki verið nógv hoyrt til ítróttargreinini tennis. Síðan oyggjaleikirnar í 1999 hevur tennis rættiliga ligið í dvala. Nú ætla tennis-áhugaði aftur at birta lív í ítróttargreinina. Tá føroyska ítróttarliðið fer á oyggjaleikirnar í Guernsey í summar, verður tennis ein av ítróttargreinunum, sum verður umboðað.
Luttøkan á oyggjaleikunum er ein roynd í fáa gongd á ítróttargreinina aftur. Fyrstu árini var ein árlig FM-kapping hjá bæði kvinnum og monnum, men seinnu árini hevur ongin FM-kapping verðið hildin.
Tað verður ætlandi 4 luttakarar á tennis liðnum. Tveir av tennis leikarunum búgva uttanlands, og tí eru bert 2-3 leikarar, sum venja í Føroyum. Venjingin fevnir serliga um tað kropsliga, og eina ferð um vikuna verður vant tennis innandura. Tennis-leikararnir hava ikki nakran venjara, og tí standa teir sjálvir fyri venjingini.
Vilja hava tennis-høll
Jón Brekku er ein av tennis leikarunum, sum væntandi verður við á oyggjaleikunum í summar. Hann sigur at um tað skal vera ítróttargreinini lív laga, so er neyðugt við eini tennis-høll í høvuðsstaðnum.
Ein slík høll er størri enn vanligar hondbóltshallir, og hon kann brúkast til annað, enn bara tennis. Sjávur metir hann bæði fótbólturin og eitt nú kurvabóltur kundu havt gagn av einari tílikari høll. Tað hevur verið roynt at tosa við býraði, men har hendir onki, sigur Jón Brekku at enda.