Seinnapartin hevur føroyska U21 landsliðið spælt EM undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Kroatia. Úrslitið var 2-1 til Kroatia, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Arnbjørn T. Hansen legði Føroyar á odda, tá ið hann við høvdinum snittaði langa frísparksframlegging upp um málverjan og í málið.
Undan hvíldini skoraði Kroatia tvær ferðir.
Í 2. hálvleiki hevði Kroatia bóltin meiri enn heimaliðið, sum tó á ongan hátt var niður spælt. Gunnar Nielsen í føroyska málinum var sera stinnur, og í hinum endanum var Arnbjørn T. Hansen eisini í 2. hálvleiki framvið.
Føroyska liðið: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Sven F. Jacobsen, Poul Thomas Dam, Jóhan V. Gunnarsson - Kristoffur Jacobsen - Magnus Olsen (Pætur Jørgensen), Ólavur í Ólavsstovu(Fritleif í Lambanum), Levi Hanssen, Gudmund Nielsen (Poul N. Poulsen) -Arnbjørn T. Hansen.