Undan fráferðini til Slovenia var venjarin hjá U?19 fótbóltslandsliðnum, Jógvan Martin Olsen, ikki heilt álvuligur við støðuna. Fleiri av føstu monnunum vóru ikki tøkir, og aðrir høvdu av ymsum orsøkum ikki havt møguleikan at fyrireika seg so væl, sum tað hevði verið ynskiligt.
Fyrrapartin mikudagin tapti føroyska liðið 2?1 ímóti Skotlandi. Føroyska ferðalagið harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at fáa javnleik.
Í yvirtíðini stakk Áki L. Hansen djúpan bólt í vinstru til Hjalgrím Elttør, sum kom inn í brotsteigin. Aftaná kann tosast um, hvussu tað hevði tørnað út, um hann hevði valt at flyta seg framum verjuspælaran, ið kom stundandi aftaná honum, og ivaleyst var á veg at gera brotsspark. Hjalgrím sá, at innskifti Rókur F. Jespersen var leysur mitt fyri málinum, tvørbóltinum bilti einki, men ein av verjumonnunum hjá Skotlandi ofraði seg. Tað var um reppið, at hann beindi bóltinum í sítt egna mál, men málverjin megnaði í knappari vend at snara sær og sláa bóltin á stólpan, og so var møguleikin at javna burtur.
Einki at finnast at
Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum:
? Skotarnir høvdu í 2. hálvleiki bóltin eitt sindur meiri enn okkara. Í fyrra umfarinum var eingin munur á. Teir spældu typiskan bretskan fótbólt við longum og høgum sendingum, og miðverjarnir hjá okkum, Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen, høvdu gott tak á tí. Á miðvøllinum megnaðu vit væl smáspælið og at varðveita bóltin leingi, greiðir venjarin frá.
? Í síðstu viku fingu vit javnleik við U?17 landsliðnum ímóti Wales. Eg haldi, at vit ímóti Skotlandi mikudagin høvdu javnleikin meiri uppibornan, sigur venjarin, sum rósar øllum spælarunum fyri góðan hugburð og gott arbeiði.
Málini
Skotland kom á odda, tá eitt korter var farið. Teir spældu seg ígjøgnum í høgru, onkur av føroysku spælarunum var óheppin og gleið, og innleggið til handara stólpan varð stýrt í málið.
Tá seinna umfarið var tólv minuttir gamalt, javnaðu føroyingarnir. Eftir uppspæl í høgru smekkaði Bjarni Jørgensen til úr høgru, málverjin hálvbjargaði, og Jann Ingi Petersen var fyrstur á returinum.
Tað restaðu tjúgu minuttir, tá Skotland fekk sigursmálið. Uppspælið var í vinstru, og so fluktaði ein úr 25 metrum og upp í handara málhornið.
? Hatta slagið av máli skorar ein spælari ikki ofta í einum longum fótbóltslívi, heldur Jógvan Martin Olsen.
Annars vóru ikki so nógvir málmøguleikar. Pól N. Joensen bjargaði tvær ferðir góðum royndum frá skotunum. Eftir fríspæling frá Jón Róa Jacobsen var Heini í Skorini leysur, men skotski málverjin bjargaði framúr væl, og tá Símun Joensen stakk fram ímillum til Hjalgrím Elttør, varð hann blokeraður, akkurát áðrenn hann úr góðari støðu skuldi royna ímóti málinum.
Tá Rókur Jespersen var komin inn, spældi føroyska liðið við trimum álopsmonnum, men tað eydnaðist ikki at koma nærri útjavnandi málinum, enn at bólturin fór í stólpan.
Torførar uppgávur
Seinnapartin mikudagin vann Slovenia 3?2 á Grikkalandi, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1?1.
? Eg sá tann dystin, og tað er greitt, at bæði hesi liðini eru betri fyri enn Skotland. Seinnapartin fríggjadagin skulu vit spæla ímóti Slovenia, og sunnudagin skulu vit spæla ímóti Grikkalandi. Eg rokni við, at tað verða ógvuliga torførir dystir, heldur Jógvan Martin Olsen.
Mikudagin koyrdi føroyska liðið ein hálvan tíma frá gistingarhúsinum og til dystarvøllin. Í dag og sunnudagin skulu teir koyra í tveir tímar. Býurin, sum teir skulu spæla í, eitur Kidricevo.
Føroyska liðið mikudagin: Pól N. Joensen, HB ? Áki Petersen, ÍF, Jón Rói Jacobsen, HB, Atli Danielsen, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ (Bárður Christiansen, HB, 85.)? Gilli Haraldsen, Frederikshavn, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ (Kaj Ennigarð, GÍ, 68.), Heini í Skorini, B36 (Rókur F. Jespersen, HB, 87.) ? Bjarni Jørgensen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ