Termovirkið á aðrar hendur

Hósdagin keyptu Suni Durhuus og Eyðfinn Vestergaard Termovirkið í Havn frá Andreas Ziska. Einki verður tó sagt um keypsprís.

Hóast Termovirkið við Sundsvegin í Havn nú skiftir eigara, so er ætlanin kortini at halda fram sum áður.
- Ta fyrst tíðina ætla vit at brúka til at seta okkum inn í tingini, sigur annar av nýggju eigarunum, Suni Durhuus, sum ikki vil siga nakað um prísin á virkinum.
Hvat talinum av starvsfólkum viðvíkur, so er støðan í dag hon, at ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørt av maskinum. Ætlanin er somuleiðis, at teir báðir nýggju eigararnir sjálvir skulu arbeiða á virkinum. Tí kann einki sigast um hetta í løtuni.
Suni Durhuus hevur áður havt við aling at gera í felagnum Vestlaks, meðan Eyðfinn Vestergaard er timburmeistari.
Hóast teir nú hava keypt virkið heldur tað fram undir sama navni sum áður  Termovirkið.