50 ára gamla Tess Christian hevur ikki smílst ella flent, síðani hon var ung genta. Hon flennir ikki saman við vinkonunum í býnum, og tá hon fekk eina dóttir, valdi hon eisini smílið frá.
Orsøkin er, at hon vil ikki hava rukkur í andlitið, skrivar blaðið Daily Mail.
- Eg havi ongar rukkur í andlitinum, tí eg havi vant meg til at kontrollera mínar andlitsvøddar. Fólk spyrja meg, um eg havi fingið Botox, men tað havi eg ikki. Tað er tí, at eg havi ikki smílst ella flent hesi mongu árini, sigur Tess Christian við Daily Mail.
Hon er ikki einsamøll um hendan taktikkin, tí amerikanska Kim Kardashian segði í seinasta mánaði, at hon avmarkar síni smíl og látur fyri at minka um rukkur í andlitinum.