Tey eldru duga enn

Um vikuskiftið var eitt lið av føroyskum Masterssvimjarum í kapping í Íslandi. Icelandic Master Open Championship var í Reykjavík, og sigast má, at enn eru knotur í føroyskum kongum.

 

Føroysku svimjararnir komu heim aftur av stevnuni við níggju gullheiðursmerkjum, 11 silvurheiðursmerkjum og 8 bronsuheiðursmerkjum.

 

Stinnastur av føroysku svimjarunum var Jon Hestoy, sum vann tríggjar gull einsamallur umframt tríggjar í stafett.

 

Flest heiðursmerki fekk tó Eyðun Bærentsen, sum vann tríggjar silvur og tvær bronsu í einstaklingakappingunum. Hann fekk tó eisini tvær gull hongdar um hálsin í stafettkappingunum.

 

 

 

Gull

Jon Hestoy í 50m firvald fyri menn 55 – 59 ár.

Jon Hestoy í 400m frí fyri menn 55 – 59 ár.

Jon Hestoy í 100m blandað fyri menn 55 – 59 ár.

Eyðun Húsgarð í 400m frí fyri menn 50 – 54 ár.

Gunnleyg Durhuus í 50m bringu fyri kvinnur 65 – 69 ár.

4x50m frí fyri menn tilsamans 240 – 279 ár (Eyðun Bærentsen, Eyðun Húsgarð, Leivur Dahl Michelsen og Jon Hestoy).

4x50m rygg fyri menn tilsamans 240 – 279 ár (Eyðun Húsgarð, Leivur Dahl Michelsen, Jon Hestoy og Eyðun Bærentsen).

4x50m blandað fyri kvinnur tilsamans 200 – 239 ár (Elin M. Olsen, Gunnleyg Durhuus, Randi Holm og Anna Eidesgaard).

4x50m blandað fyri menn og kvinnur tilsamans 240 – 279 ár (Elin M. Olsen, Gunnleyg Durhuus, Jon Hestoy og Eyðun Bærentsen).

 

Silvur

Eyðun Húsgarð í 800m frí fyri menn 50 – 54 ár.

Gunnleyg Durhuus í 50m frí fyri kvinnur 65 – 69 ár.

Eyðun Bærentsen í 50m rygg fyri menn 65 – 69 ár.

Eyðun Bærentsen í 100m frí fyri menn 65 – 69 ár.

Eyðun Bærentsen í 50m bringu fyri menn 65 – 69 ár.

Leivur Dahl Michelsen í 100m frí fyri 60 – 64 ár.

Leivur Dahl Michelsen í 200m frí fyri menn 60 – 64 ár.

Erling Eidesgaard í 100m frí fyri menn 45 – 49 ár.

Erlin Eidesgaard í 200m frí fyri menn 45 – 49 ár.

4x50m frí fyri kvinnur tilsamans 200 – 239 ár (Gunnleyg Durhuus, Elin M. Olsen, Randi Holm og Anna Eidesgaard).

4x50m blandað fyri menn og kvinnur tilsamans 200 – 239 ár (Anna Eidesgaard, Leivur Dahl Michelsen, Randi Holm og Sámal Olsen).

 

Bronsu

Eyðun Bærentsen í 50 frí fyri menn 65 – 69 ár.

Eyðun Bærentsen í 200m frí fyri menn 65 – 69 ár.

Leivur Dahl Michelsen í 50m frí fyri menn 60 – 64 ár.

Erling Eidesgaard í 50m frí fyri menn 45 – 49 ár.

Eyðun Húsgarð í 50m rygg fyri menn 50 – 54 ár.

Sámal Olsen í 100m frí fyri menn 55 – 59 ár.

Sámal Olsen í 200m frí fyri menn 55 – 59 ár.

4x50m frí fyri menn tilsamans 200 – 239 ár (Sámal Olsen, Steinbjørn í Dali, Erling Eidesgaard og Jens Mikkelsen).