Í dag hava vit her á www.in.fo víst á, at vandi er fyri, at mál, sum politikarar áður hava sagt, at teir taka fult undir við, fara mestsum at detta niður fyri, kortini. Orsøkin er, at tá ið politikarar skulu vísa stuðulin í verki, og játta pening til ætlanina, er taðbrádliga farið atr knípa við vælvildini.
Tvey av hesum økjum, eru demensøkið, og ætlanin hjá Frælsi á Eiði at fara undir eitt avvenjingartilboð til ungar misbrúkarar, sum vit skrivaðu um fyrr í morgun.
Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina í dag, og hesa seinastu løtuna hava fleiri politikarar víst á, at tað einasta rætta er at leggja eitt broytingaruppskot fyri Løgtingið, so at Frælsið, og demensætlanin, fáa hægri játtan, so at gongd kann fáast á hetta øki.
Eisini Blákross ætlar undir eitt serligt viðgerartilboð til ungar misbrúkarar, og tey hava ført fram, at fáa tey ikki hægri játtan, dettur tað niður fyri. Men nú halda politikarar at eisini Blákross skal fáa eina hægri játtan.
Politikarar, sum hava nevnd hetta hesa seinastu løtuna, eru Kaj Leo Holm Johannesen, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Mikkelsen, Djóni Nolsøe Joensen, Jenis av Rana, Jógvan Skorheim, og kanska onkur annar við.