Tey fýra stigini

Orðaskiftið í bløðunum um fullveldi og framtíðarstøðu Føroya hevur verið rættiliga lívligt seinastu vikurnar. Fleiri sjónarmið eru løgd fram um búskaparliga týdningin av blokkstuðlinum og avleiðingarnar av at minka blokkin burtur. Hesin partur av orðaskiftinum er at fegnast um, tí hetta er jú eitt heilt nýtt orðaskifti, har serfrøðingarnir eru ymsir á máli.

Tað, ið danskir politikarar føra fram, skal eg ikki gera viðmerkingar til. Talan er jú um, at vit skulu í samráðingar við Danmark. Har verða tveir partar, sum skulu semjast út frá ítøkiligum grundgevingum og neyvum fyrireikingum - og ikki út frá leysum pástandum um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Danska stjórnin hevur í avtaluni frá 10. Juni 1998 bundið seg til at samráðast við landsstýrið um fullveldi og um eina búskaparliga skiftisskipan. Meira er ikki at siga um tað.


Tað snýr seg

ikki um persónar

Eisini hava verið fleiri greinar, sum bert hava snúð seg um persónligar atfinningar móti mær. Tað má eg kunna tola - hóast beinleiðis ósannindir um mína fortíð eru førd fram, og hóast míni orð og mínar meiningar verða skeivt endurgivin. Ongin orsøk er at spilla meira tíð og orku uppá slíkt. Tey, sum vilja viðgera mín persón, eru vælkomin at tosa við meg beinleiðis, ella at tosa við fólk sum kenna til mína fortíð og mítt arbeiði sum politikari higartil.


Fordómar og veruleiki

Tað sum kortini harmar meg er, at tann skipaða ætlanin hjá samgonguni um fullveldi, framvegis tykist at elva til stórar misskiljingar og verður beinleiðis skeivt endurgivin. Vit hava eftir øllum at døma ikki dugað nóg væl at greitt frá ætlanini. Sjálvt royndir løgtingsmenn, sum hava viðgjørt uppskotið hjá samgonguni og fingið allar upplýsingar, skíra hetta framvegis eina ætlan um at kvetta og leypa á bláman. Framvegis verður sagt, at samgongan ikki virðir meiningarnar hjá andstøðuni, og at tingið verður sett uttanfyri gongdina. Ja, onkur tosar um ein ?einaræðismeiriluta? og onkur annar um, at landsstýrið (ella undirritaði) villeiðir fólkið. Framvegis verður sagt, at landsstýrið ikki vil viðgera tær búskaparligu avleiðingarnar og at vælferðarsamfelagið skal offrast. Hóast seinasta veljarakanning vísti greiðan meiriluta fyri fullveldi, so verður framvegis sagt, at talan er bert um ?nakrar fáar nationalistar?, sum vilja kvetta sína ætlan ígjøgnum.

Og løgmaður skal nú eitast at ivast í fullveldinum. Hóast hann bert sigur tað, sum samgongan frá fyrsta degi hevur sett sær fyri. Spurningarnir verða framvegis settir út frá tí fordómi, at tjóðveldismenn eru villir nationalistar sum vilja kvetta, kubba og bróta niður.

Hetta hevur sjálvandi onki hald í veruleikanum, og kanska høvdu vit funnið ta breiðu semjuna, um hesir fordómar vórðu sleptir.


Hvat?

Tí vil eg her enn einaferð royna at lýsa ætlanirnar hjá samgonguni, so vit kunnu beina allar misskiljingar av vegnum og fáa eitt veruligt orðaskifti.

Landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast eitt land við fullveldi. Spurningurin um fullveldi er sum so rættiliga einfaldur. Fullveldi - suverenitetur - snýr seg um, hvør hevur evsta valdið og harvið evstu ábyrgdina í Føroyum. Í løtuni liggur fullveldið yvir Føroyum hjá donskum myndugleikum og hjá danska fólkinum. Tað verður ført fram, at fullveldi hevur onki at siga í veruleikanum. Men so hevur tað jú heldur onki at siga fyri Danmark. Og so skuldi tað verið lagað manni at fingið eitt gott samstarv millum tvey suveren lond.

Samgongan hevur sett sær fyri at fáa staðfest í einum nýggjum sáttmála við Danmark, at evsta valdið og ábyrgdin í Føroyum liggur hjá føroyskum myndugleikum og hjá føroyska fólkinum.

Harvið verður ábyrgdin fyri framtíðini hjá Føroyum at liggja hjá okkum sjálvum og vit mugu gera ætlanir fyri, hvussu vit skulu menna okkum búskaparliga og hvussu vit tryggja eitt føroyskt vælferðarsamfelag.


Hví?

Grundgevingarnar fyri hesi ætlan hava onki við nationalismu, átrúnað, illusiónir ella illvilja móti dønum at gera. Tær eru bygdar á tær royndir, vit hava gjørt okkum í Føroyum og á eina ásannan av teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman. Royndirnar eru m.a. hesar:


*at vit hava havt eitt ógreitt ábyrgdarbýti millum danskar og føryskar myndugleikar - serliga í búskaparligum og fíggjarligum viðurskiftum


*at vit eru vorðin alt meira heft av donskum stuðli undir heimastýrisskipanini


*at vit hava ongar tryggar karmar um eitt føroyskt vælferðarsamfelag, tá vit hvørt ár skulu dúva uppá, at danska fólkatingið játtar okkum ein blokkstuðul


*at bert tá avgerðir, ábyrgd og avleiðingar fylgjast, kunnu skilagóðar avgerðir takast


*at vit kunnu ikki rokna við, at danskir myndugleikar skulu tryggja okkara áhugamál í heiminum. Ikki av illvilja móti føroyingum - men tí at áhugamálini eru ymisk


*at danir eru í holtur við at endurskoða teirra egna vælferðarsamfelag út frá teirra fortreytum. Tað sama mugu vit gera


*at føroyska samfelagið má endurskoðast og fáa eina nýggja byrjan undir greiðum politiskum og búskaparligum kørmum


Tí siga vit: Lat okkum nú staðfesta, at vit vilja hava ábyrgdina av hesum landinum. Lat okkum gera avtalur og ætlanir, sum kunnu gera okkum sjálvbjargin og lat okkum samstarva, har tað er til gagns fyri báðar partar.

Til tess at røkka hesum, hevur landsstýrið sett eina ætlan upp, sum er í fýra stigum:


1. stig: At seta

sær politiska málið:

Landsstýrið valdi at leggja eitt uppskot fyri tingið til samtyktar. Uppskotið greiddi frá ætlanum landsstýrisins og bað tingið um heimild at fara undir allar neyðugar fyrireikingar og at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála millum londini.

Sáttmálin skal skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi og áseta framtíðarsamstarvið við Danmark á javnbjóðis føti - altso millum tvey sjálvstøðug lond. Landsstýrið skjýtur upp, at sáttmálin fevnir um trý felagsøki millum Føroyar og Danmark: Felags kongshús, felags gjaldoyra og eina skipan við felags rættindum fyri danskar og føroyskar ríkisborgarar í báðum londum.

Hartil skal ein avtala gerast um eina skiftistíð, har blokkstuðulin verður minkaður burtur eftir 10-20 árum. Og avtalur skulu gerast um samstarv á øðrum týðandi økjum - innan útbúgving, sjúkrahús, uttanríkismál og rættarskipan.

Endamálið við uppskotinum var frá fyrsta stigi av at fáa eina politiska og almenna viðgerð av spurninginum og at royna at finna eina breiða semju á tingi um politisku málini. Uppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri og 12 ímóti - t.v.s. at 60 % av tinginum atkvøddu fyri. Tingið skoytti uppí uppskotið, at innan farið verður til samráðingar við donsku stjórnina, skal landsstýrið leggja ein frágreiðing um allar fyrireikingar fyri tingið til aðalorðaskiftis. Vónandi verðir undirtøkan á tingi enn størri, tá málið kemur aftur á tingborð.


2. stig: Kanningar, útgreiningar og fyrireikingar:

Landsstýrið setur nú serfrøðingabólkar at gera allar neyðugar kanningar:


*Ein búskaparbólkur skal lýsa týdningin av blokkstuðlinum og lýsa hvat krevst í okkara egnu framleiðslu fyri at viga upp fyri einum minkandi blokkstuðli. Hartil skal bólkurin gera uppskot til langtíðarfíggjarlógir og búskaparpolitik í eini skiftistíð og í einum sjálvberandi føroyskum búskapi


*Tey einstøku stýrini í landsumsitingini skulu lýsa hvønn týdning samstarvið við Danmark hevur og hvussu vit kunnu gera føroyskar skipanir á teimum økjum, sum danir umsita í dag.


*Ein sáttmálabólkur skal lýsa tey ríkisrættarligu viðurskiftini og hvussu farast kann fram, tá broytingar skulu gerast, hvussu onnur lond hava gjørt og gera uppskot til ein sáttmála og eitt samráðingargrundarlag


*Og ein grundlógarnevnd skal setast at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar.


3. stig: Samráðingar:

Tá allar kanningar eru lidnar, verður ein frágreiðing løgd fyri tingið og upplýst verður um øll viðurskifti, sum bólkarnir hava viðgjørt. Allir flokkar fáa tá eitt betri grundarlag at viðgera framtíðarstøðuna og andstøðan kan tildømis koma við broytingaruppskotum til samráðingarnar, um hon ynskir tað.

Samráðingarnar byrja á embætismannastigi fyri at avgreiða allar tekniskar spurningar, og síðani kunnu politiskar samráðingar fara fram millum stjórnina og landsstýrið um ein nýggjan sáttmála.


4. stig:

Demokratiska avgerðin:

Tá sáttmálin er gjørdur millum stjórn og landsstýri, skulu ávíkavist fólkatingið og løgtingið góðkenna sáttmálan. Tá hann er góðkendur skal hann leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum og fær hann meiriluta kann hann fyrstani setast í verk.

Verður sáttmálin góðkendur og settur í gildi, skal tingið eisini góðkenna uppskotið til eina føroyska grundlóg og hon skal eisini til fólkaatkvøðu.


Ein trygg og

demokratisk gongd

Hetta eru tey formligu stigini í ætlan landsstýrisins, og onki verður sett í verk uttan at allar avleiðingar eru væl og virðiliga lýstar og bæði tingið og fólkið góðkennir tað.

Sjálvsagt verða tey búskaparligu viðurskiftini av alra stórsta týdningi fyri, hvussu stóra undirtøku ein sáttmáli um fullveldi fer at fáa. Hesi viðurskifti verða lýst væl og virðiliga í tí útgreiningararbeiði, sum nú fer fram. Ikki bara avleiðingarnar av at minka blokkstuðulin, men eisini krøvini til ein sjálvstøðugan føroyskan búskap.


Virðing og samstarv

Eitt føroyskt fullveldi er ongin loysn uppá allar tær stóru avbjóðingar, sum standa fyri framman. Men eftir samgongunnar tykki er tað fortreytin fyri at menna eitt sjálvberandi føroyskt samfelag.

Um vit ynskja at standa á egnum beinum og stuðulin millum flokkar og fólkið er nóg sterkur, so kunnu vit sjálvsagt fáa eina góða avtalu við Danmark og skapa nýggja menning í Føroyum. Men halda vit fram at skíra hvønn annan óðar menn, sum vilja skaða land og fólksins vælferð og um vit leggja ætlanirnar skeivt fram fyri danskar politikarar, so fáa vit eina vána samráðingarstøðu og eitt stríð í Føroyum. Og so kunnu vit flóta áfram undir somu skipan, sum eftir mínum tykki bara skapar eitt ótrygt føroyskt samfelag og skaðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður