Tey flestu skilja at vit mugu fáa eitt skip afturat

Men ósemja er um, antin Strandferðslan skal eiga ella leiga

Tað er neyðugt, at Strandferðslan fær eitt skip afturat og tað hava teir flestu politikarar skilt.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Strandferðslan hevur leingi ført fram, hvussu stóran týdning tað er at fáa eitt skip afturat, tí slepst undan at kollvelta ferðaætlanina á fleiri leiðum, hvørja ferð okkurt er áfatt, sum ger, at eitt skip má takast úr sigling. Her verður hugsa um tey smærru skipini, ikki um Smyril.

 

Strandferðslan sigur, at fær hon eitt skip afturat, hevði tað verið í drift alla tíðina, tí umframt at verðið brúkt sum avloysaraskip, hevði tað verið brúkt til leigutúrar og til at vanliga rutusigling ávísar túrar, tá ið tað ikki er so nógv fólk við.

 

Men Henrik Old sigur, at hann hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at útvega skipið í hesum umfari. Hann sigur, at tað er ikki full semja um at fara undir hetta nú, men tað er tætt við. Men hann leggur afturat, at hóast politikarar yvirhøvur skilja støðuna, er fíggingin framvegis ein spurningur.

 

Í hesum sambandi er ikki semja um, hvussu farast skal fram. Henrik Old sigur, at honum hevði dámað betur at leiga eitt skip í eina tíð at vita, hvussu tað riggar.

 

Men tað eru tey í Fíggjarmálaráðmum ósamd í, tí tey halda, at skal eitt skip útvegast, skal tað keypast. Sjálvur hevur Henrik Old onga avgjørda meining um tað og hann ásannar at í longdini er ta bíligari at keypa.

 

Hann vísir á, at Strandferðslan hevur funnið ein góðan báta til endamálið. Talan er um ein norskan bát, sum kostar 22 milliónir. Talan er um eit bát, sum siglur skjótt og sum eisini kann føra farm.

 

Tað hevði verið eitt ótrúligt framstig, tí tað kann ikki ganga, at hvørja ferð, okkurt er áfatt við onkrum skipi, verður tað onkur annar -ofta nólsoyingar-, sum missa sítt skip.