Arbeiðið at byggja býráðshúsini í Norðragøtu gongur sína gongd.
Tað er kendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað, og tað er eisini hann, ið líka sum hevur eftirlitið og tekur sær av umsitingini av sjálvari byggingini fyri kommununa.
Arbeiðstakari á byggiøkinum er byggivirkið KBH, og aftrat KBH-fyritøkuni verða undirveitarar til ymiskar uppgávur.
Tað er eisini Ósbjørn Jacobsen, sum eigur hugskotið at byggja býráðshúsini um ánna niðri við ósan í Norðragøtu og soleiðis byggja brúgv um ánna.
- Vit hava ein fylgibólk, sum eygleiðir byggingina, og her eru eitt nú kommunustjórin, tekniski leiðarin og borgarstjórin partur av bólkinum.
Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sum vísir á, at sambært byggiætlanini standa nýggju býráðshúsini liðug í oktober/ november í ár.
- KBH sigur, at verkætlanin gongur eftir ætlan, men at teir í løtuni eru umleið 14 dagar afturút. Hesa lítlu seinking vænta teir tó at vinna innaftur, tá tað líður út á várið.
Borgarstjórin ásannar, at øll í Eysturkommunu eru ikki fegin um hesa verkætlan og íløgu, sum nýggju býráðshúsini eru.
- Tað eru nøkur, sum halda, at verkætlanin er fantastisk. Onnur halda, at hon er úr vón og viti, men eg vænti, at tá byggiverkætlanin verður liðug, verða 95% av fólkinum í Eysturkommunu fegin um býráðshúsini.
Jóhan Christiansen sigur, at íløgan í nýggju býráðshúsini verður umleið 20 miljónir krónur.