Tey á privata arbeiðsmarknaðinum hava tørv dagstovnatilboði

– Tað er ein misskiljing, at nakrir stovnar siga, at fólk í privatu vinnuni ikki hava rætt til ansing, sigur stjórin í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen

Landsins myndugleikar góvu hósdagin boð um at avmarka virksemið í landinum, soleiðis at vit í felag kunnu avmarka smittuna av COVID-19 í Føroyum. Tá vórðu eisini boð givin um, at børn skulu vera heima, og at skúlar og dagstovnar kring landið bert hava opið í sera avmarkaðan mun.

Boðini frá kommununum kring landið viðvíkjandi, hvussu dagstovnaøkið nú skal skipast komandi tvær vikurnar eru ymisk. Og tí kann tað verða torført hjá foreldrum at meta, um tey áttu at tikið av avmarkaða ansingartilboðunum í kommununi ella ikki – hóast tey ongan annan møguleika hava fyri ansing og tí mugu vera heima við børnunum.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu stendur, at frá mánadegnum er virksemið á dagstovnaøkinum bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum og tí hava tørv á tilboði á dagstovni til børnini. Foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, skulu boða dagstovnaleiðaranum frá, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemið kann skipast.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu stendur, at dagstovnaøkið stongir virksemið. Um tørvur er á at gera brúk av hesum tilboðum, skulu foreldur/verjar venda sær til viðkomandi leiðara. Heitt verður á foreldur/verjar um einans at gera brúk av hesum møguleika, um ongin onnur loysn er.

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommuni stendur, at dagstovnarnir verða við nógv skerdari orku hildnir opnir, fyri at týðandi funktiónir í lokalsamfelagnum annars kunnu halda fram við sínum virksemi, tí skulu øll, sum hava annan møguleika fyri ansing, royna tann møguleikan fyrst av øllum. Frá mánamorgni 16. mars tekur dagstovnavirksemi bert ímóti børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, sum eru átrokandi í samfelagnum, framleiðsluvinnan incl., og samsvarandi hesum hava tørv á ansing.

Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, sigur at tað er ein tulkingarspurningur, tí undantøkini fyri ansing fevna um tey, sum hava týdning fyri at samfelagshjólini mæla.

– Hava tey ikki aðra ansing, so mugu tey fara í kommunala ansing, sigur hann.

Hann tekur undir við, at hesi boðini kunnu tykjast ógreið hjá summum, tá stig verða tikin til, at vit í stóran mun arbeiða heimanífrá, børnini ikki fara á stovn ella í skúla, vit stuðla upp undir, at vinnulívið koyrir, og vit taka okkum av hvørjum øðrum.

­– Tað er torført at nágreina slík boð. Vit vilja hava so fá sum gjørligt inn á stovnarnar, og vit vilja eisini, at grundleggjandi samfelagsvirksemi heldur á. Ikki bert í heilsuverkinum, sigur hann.

Eyðun Christiansen væntar, at ein nágreining kemur viðvíkjandi, hvør kann og eigur at taka av kommunalari ansing hesar dagarnar.

– Tað er ein misskiljing, at nakrir stovnar siga, at fólk í privatu vinnuni ikki hava rætt til ansing, sigur hann.