Tey syngja enn í Posthúskjallaranum

Tá vit stutt fyri middag vóru á gátt í Posthúskjallaranum, ljómaði gospel tónleikurin út ímóti okkum, eitt stórt kór sang av hjartans lyst og hýrurin var góður Ung Stjørnuskot høvdu tá framført í útvið 16 tímar uttan steðg, men tyktust enn at vera væl fyri. Kórleiðarin Sigrið Sivertsen rópti á tey, kom nú, nú er bara ein vanligur arbeiðsdagur eftir, og henda upplýsing tyktist at gera hýrin uppaftur betur. Framførslan hevði ein nerva og høgan intensitet, ið mestur kom av ovfarakæti ella onkrum líknandi.

 

Tá vit vitjaðu í nátt um eitt tíðina var Posthúskjallarin á tremur við fólki, men nú var bert ein áhoyrari umframt blaðmannin.

 

Sigrið greiddi frá, at tað alla tíðina hevði verið onkur áskoðari, men at frá kl. 18 til 3.30 var fult hús. Onkra løtuna enntá nærum ov fult, segði hon. Men sum leið út á náttina var talið á áskoðarum fækkað.

 

- Tú kemur akkurát, nú vit eru við at fáa lív í aftur, segði Sigrið og helt fram

- Vit hava havt eina down periodu frá umleið kl. 7, men nú byrja tey at vakna aftur

 

Fleiri av tónleikarunum og sangarunum høvdu hildið leingið á, men tá vit komu á gátt, var tað bert tann eina gentan, ið hevði verið vakin allatíðina. Hon var tó ikki sannførd, at hon fór at megna at halda seg á fótum í 8 tímar afturat, tá vit fingu orð á hana.