Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Í bólkinum ársins ungi spælari stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum skal ársins ungi spælari hava U19-aldur. Hjá monnunum er tað U21-aldur.
Tær tilnevndu til ársins ungi spælari hjá kvinnum (Spælari við U19-aldri)
Lea Lisberg, EBS/Skála
Birita Ryan, KÍ
Óluva Joensen, KÍ
Teir tilnevndu til ársins unga spælara hjá monnum (Spælari við U21-aldri)
Samuel J. Chukwudi, HB
Daniel Johansen, HB
Petur Knudsen, NSÍ