Við eini framgongd uppá 37 milliónir krónur samanborið við fyrra hálvár í fjør, gjørdist hálvársúrslitið 2014 hjá TF Holding samtakinum 133 milliónir krónur eftir skatt. Eginognin hjá samtakinum 30. juni 2014 var 2,8 milliardir krónur. Úrslitið fyri skatt var 155 milliónir krónur.
Í TF Holding samtakinum eru Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón og Eik Banki, umframt onnur ognar- og íløgufeløg, sum øll hava sítt høvuðsvirksemi í Føroyum.
Leiðslan fegnast um góða úrslitið, serliga tá økta kappingin á bæði fíggjar- og tryggingarmarknaðinum verður havt í huga.
Harða kappingin hevur ført við sær príslækkingar, og hesar, saman við nógvum miðalstórum skaðum, sum endurgjald má veitast fyri, førdi til eitt hall innan skaðatryggingarvirksemi upp á 7,7 milliónir krónur.
- Vit eru nøgd við hálvársúrslitið, og samtakið sær fram til avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, við áræði og spenningi. Miðvísa arbeiðið móti at verða fremsta val føroyinga hevur borið ávøkstur og sæst aftur í hálvársúrslitinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Samtakinum.