Seinnapartin klokkan 16 verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um útgávutiltak, nú Bárður á Lakjuni gevur út bókling við yrkingum og fløgu.
Heitið á útgávuni er Lívsins dansur, og hon er vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggjir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið. Tær flestu myndirnar eru málaðar til júst hetta høvið. Fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin.
Á tiltakinum í Mentanarhúsinum fer Frits Johannesen at hugleiða, Martin Joensen fer at tosa við Bárð um útgávuna, umframt at sangir av útgávuni verða framførdir. Samstundis verða myndirnar, ið prýða savnið, sýndar fram. Haraftrat verður ein góður drekkamuður at fáa. Til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávuna henda dagin. Útgávutiltakið er annars ókeypis, og øll eru hjartaliga væl komin.
Bárður á Lakjuni er føddur í 1978. Útbúgvin fólkaskúlalærari á Føroya læraraskúla í 2006 og býr í Leirvík saman við konuni, Mirjam, og børnunum, Oddvør, Aimi, Sámal og Jógvan.
Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini av og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Lívsins dansur er fyrsta útgáva hansara undir egnum navni.