FILMUR
Joan Mikkelsen
Filmurin er um ein mann, Maximus Decimus Meridius, ið er herførari hjá tí rómverska herinum. Keisarin í Róm Markus Cæsar liggur fyri deyðanum og hann biður Maximus ansa eftir ríkinum, til senatið kann stýra aftur. Tá sonur keisarans Commodus hoyrir hetta, sendir hann ein her inn í bygdina, har húskið hjá Maximus býr og drepur bæði konu og son Maximus. Tá Maximus sær hetta, leggur hann seg at doyggja. Men tá koma trælahandlarar og taka Maximus og selja hann. Ein tilkomin gladiatorur keypir Maximus og venur hann at gerast gladiatorur. Maximus og fleiri aðrir trælir skulu berjast móti stórum, sterkum monnum, men Maximus biður teir halda saman, tí so skal alt ganga gott og tað ger tað eisini. Maximus og hinir trælirnir vinna. Commodus vil fegin møta tí stóra gladiatorinum og tað sleppur hann eisini. Men hann verður skelkaður, tá hann sær, at tað er Maximus Decimus Meridius. Maximus skal so berjast ímóti tí einasta ósigraða meistaranum, sum er Tigris úr Galliu, men Maximus veit ikki, at hetta er partur í eini avtalu hjá Commodus, sum nú er vorðin keisari. Meðan teir berjast koma tveir tikarar upp úr arenuni og eru við í bardaganum. Maximus vinnur á Tigris og tað dámar ikki konginum. Filmurin endar við, at Maximus og Commodus skula berjast. Áðrenn teir byrja, stingur Commodus Maximus í síðuna, fyri at gera tað truplari hjá Maximus at berjast. Maximus drepur Commodus og alt verður kvirt í arenuni, men Maximus er illa fyri, hann fellir og doyr. Maximus kemur so í himmalin til konuna og sonin, og allir trælirnir vera latnir leysir.
The Gladiator fekk Golden Globe virðislønina fyri besta film. Hetta er sum oftast ein ábending um, at filmurin eisini fær eina ella fleiri Oscarvirðislønir. Filmurin fæst til keyps í fleiri útgávum t.d. á video og DVD. Á special edition útgávuni er filmurin 3 tímar og 22 minuttir langur. Hann hevur fingið framúr ummæli í flest øllum bløðum.
Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga áhugaverdur filmur, sum man kann hyggja eftir fleiri ferðir. Hetta er ein av teimum bestu filmum, ið eg havi sæð, men eisini ein av teimum longstu, ið eg havi sæð.