Fótbóltssøga
?I have a dream!? ljóðaði í sekstiárunum, hundrað ár eftir, at Abraham Lincoln royndi at gera dreymin hjá hesum manni og hansara ættarfólki til veruleika. Tó vóru hann og nógv av hansara noydd framvegis at droyma um eina betri og rættvísari tilveru nøkur ár aftrat.
Í sekstiárunum, í dreingja- og unglingaárunum vóru nógvir pallar. Nógv royndu seg. Nógv bylgdist í alheimssamfelagnum. Beatlarnir trinu fram á pall í Onglandi og fóru síðani runt heimin og trinu fram á ymsum pallum. Flower power, studentabyltingar o. s. fr. Nógv varð koyrt um koll, bæði í huga og heimi, men framgongd var, ein uppgongutíð.
Í sekstiárunum ? í hugaheiminum langt av landi skotin, sum í einum dreymi. Tá var tað einans eitt lurtitól ? einki sjónvarp, so hugflogið fekk góðan byr, ja rættiliga luft undir veingirnar, og fór við somu ferð og líka langt upp frá samsvarandi algoystu røddini hjá BBC útvarpsmanninum, hvørja ferð Bobby Charlton og George Best, ið leiktu við Manchester United, vístu síni allarbestu fótbóltskynstur og togaðu verjurnar hjá mótstøðuliðunum sundur. Heimavøllur teirra tá eins og framvegis ? Old Trafford, eisini nevndur ?the Theatre of Dreams?. Tað var sannur dreymafótbóltur, ið George Best, hesin síðhærdi, karismatiski unglingin, ið gjørdist líka nógv ímyndin av sekstiárunum, sum Beatlarnir o. o., sýndi, tá rætta og góða lagið var á honum.
? Í 1968 hendi nógv. Nógvar hendingar á heimspallinum. Blómubørn, studentauppreistur o. s. fr. Men á fótbóltspallinum krýndu Best og Charlton í 1968 verkið við at vinna 4-1 á Benfica og vunnu harvið europeiska meistaraheitið fyri lið.
Skiftandi myndir á palli
Tað eru í ár liðin 100 ár síðani felagið fekk navnið Manchester United ? dagliga nevnt Man United. Felagið varð stovnað í 1878 og verður komandi ár 125 ár. Tey fyrstu 24 árini var navnið Newton Heath ella The Heathens. Tann, ið kannar fótbóltssøgu, finnur skjótt út av, at í flestu býum koma tvey fótbóltsfeløg at gera seg galdandi. Annað er felagið hjá teimum ríku, hitt felagið er stovnað av arbeiðarafjøldini.
Taka vit býirnar Liverpool og Manchester, er talan um ávikavist feløgini Everton og Liverpool og Manchester City og Man United.-
Tað vóru arbeiðsmenninir við jarnbreytina á staðnum, sum stovnaðu Newton Heath. - Ivaleyst hevði táverandi fakfelagsleiðarin, Charles Roberts, hildið seg rættiliga droyma, upplivdi hann Old Trafford í dag.
Men tað sum ikki er tørvur á í dag ? 100 ár seinni ? peningi, tørvaði í ólukkumát í 1902. Basarur varð hildin at savna saman pening. Ja, eisini St. Bernhardshundurin hjá Harry Stafford, liðskipara fekk eina bússu bundna um hálsin og gekk runt millum fólkið fyri at savna saman pening. Fyri at gera stutt av. Peningur varð fingin til vega, byrjað varð við nýggjari leiðslu ? og felagið fekk nýggja navnið, vit kenna í dag.
Tragediur verða eisini framførdar á palli
Tað verða tær, og fólk og heimurin sum heild upplivir tær mangan. Felagið hevði upplivað mótburð fyrst í 20. øld, har teir næstan kollsigldu. Tann stormin riðu teir av. Men uppaftur størri tragediu skuldu áskoðararnir á ?Theatre of Dreams? koma at uppliva.
Komandi stívliga fjøruti árini gekk aftur og fram hjá Man United. Men í 1945 ? sama ár sum heimstragedian helt uppat ? kemur nýtt navn uppí leikin. Maðurin, sum fram til 1971 kom at leikstjórna á Theatre of Dreams ? Matt Busby. Spakuliga bygdi hann liðið upp og vunnu teir síðani enska meistaraheitið fleiri ferðir í fimti árunum. Og steig liðið so seinast í fimti árunum inn á europeiska leikpallin. Vunnu samanlagt móti Reyðu Stjørnu. Komnir í hálvfinaluna. Løgdu leiðina heimaftur úr Beograd. Millumlendu í Munchen . Ringt veður forðaði ferðini víðari fleiri ferðir. Hin 6. februar 1958 hendi so tragedian. Flogfarið kom ongantíð rættiliga uppfrá og datt niður. 23 menniskjur doyðu, harav 8 leikarar. Størsti bólsnillingurin á liðnum tá ? Duncan Edwards, doyði 15 dagar seinni á sjúkhúsinum í Munchen 21 ára gamalur. Bert 3 mánaðir frammanundan var hann av europeisku tíðindamonnunum kosin triði besti leikarin í Europu aftaná Alfredo di Stefano og Billy Wright.
Fuglurin fønix
Alt tóktist nú at liggja í sori. Men treiskni hjá Matt Busby var m. a. við til at reisa skútuna aftur. Ein leikari, ið yvirlivdi vanlukkuna í Munchen, var áðurnevndi Bobby Charlton. Hesin kom at hava avgerandi týdning fyri liðið og eisini fyri enska landsliðið. Fyri 56 árum síðani var tað restandi peningur, ið var um at gera av við felagið. Ta ferðina varð vunnið á trupulleikunum.Men hesuferð var tað sjálvt leikaratilfarið og skelkurin, sorgin og saknurin, sum vóru um at køva alt.
Tó sum áður nevnt ? vit upplivdu í sekstiárunum eina framgongd á nógvum økjum. Tað bar eisini framá aftur hjá Manchester United og teir rukku tindinum í 1968. Dreymurin hjá Matt Busby var gingin út. 10 ár frammanundan vóru teir so nær. Tá køvdi av. Tað sum hesuferð í byrjanini av sekstiárunum tóktist so vónleyst. Men hesuferð eydnaðist.
Skiftandi dygd
Tað sum hendi á Old Trafford leikpallinum í sjeytiárunum og fyrru helvt av áttatiárunum var sum mangt annað á palli ? stór útskifting av leikarum, fleiri skiftingar av venjara og úrslitið: skiftandi dygd á leikpallinum. Onkrar steypafinalur vórðu vunnar. Miðskeiðis í áttatiárunum vóru øll ensk lið útihýst frá øllum europeiskum kappingum aftaná Heysel vanlukkuna. Hetta gav m.a. Man United ongan møguleika at royna seg móti teimum bestu og lyfta støðið upp, har okkum øllum dámar best at síggja okkara lið.
Aftur á ovastu rók
Í 1986 kemur tann nú so kendi Alec Ferguson til Man United. Hann sat forrestin í Gundadali í 1980 saman við liði sínum tá ? Aberdeen, sum leikti ein dyst mót HB. Arbeiðið hansara við unglingunum er øllum fótbóltsáhugaðum í dag kunnugt. Øll vita í dag, hvat Beckham, Scholes ? hesin fótbóltsheilin, Neville-brøðurnir, Butt o. s.fr. kunnu. Pílurin vísti næstan beint uppeftir aftaná fá ár. Longu í fyrstu royndini, tá ensk lið í 1990 aftur sluppu út í Europu, fór Man United alla leiðina uppá steypavinnaratindin tá teir í finaluni vunnu á Barcelona í 1991. Tað var um reppið, at enska meistaraheitið varð vunnið í 1992 ? var tað ikki fyri ein ávísan Eric Cantona, sum tá spældi Í Leeds, men so í 1993 og 1994, 1996 og 1997, 1999, 2000, 2001 og ikki at gloyma Champions-league vinnarar í 1999. Tað árið var tað The Treble ? eisini steypakappingin heima í Onglandi varð vunnin.
The show will go on
Seinasta árið gjørdist nógv lakari. Einki steyp av nøkrum slagi. Hetta kappingarárið byrjaði trilvandi men er í løtuni enn einaferð við at koma á rættkjøl. Bæði í heimligu kappingini og í Europu.
So nógvar ferðir lættari 40 ár seinni. Sjónvarp og harvið replay. Bæði av tí ótrúliga flotta spæli, men eisini av tí døkku síðuni. Framvegis hugtekur hetta spælið og hetta liðið, sum hevur eina so ótrúliga søgu, bæði við bakkøstum, men ikki minst við framstigum. So langt sum nakað fólbóltslið kann røkka. Hesin leikpallur ? ivaleyst eitt fótbólts-Mekka fyri flestu fótbóltsáhugað ? er framvegis eitt ?Theatre of dreams? hjá flestu fótbóltsleikarum, antin teir hava leikt fyri heimaliðið ella útiliðið.
Framvegis í dag,antin tú skrúvar lurtitólið frá, ella setir teg frammanfyri sjónvarpsskíggjan, kennist hetta sum ?Theatre of dreams?, tá søguligu myndirnar rulla fram í huganum meðan myndirnar av núverandi leikarunum fara eftir skíggjanum.