Tíðin hjá Jens Stoltenberg í Nato er liðug

Skiftið fór fram í morgun á Nato-høvuðsstøðini í Brüssel.

Eftir tíggju árum sum Nato-aðalskrivari er tíðin hjá Jens Stoltenberg nú liðug.

 

Avloysarin er niðurlendski, Mark Rutte, sum fyrrapartin í dag hevur tikið við leiðsluni.

 

Skiftið fór fram í morgun á Nato-høvuðsstøðini í Brüssel.

 

Tað vóru øll 32 limalondini í Nato, sum tóku undir við at velja Mark Rutte til nýggjan aðalskrivara.

 

Hetta hendi, eftir at hann fyrst hevði tryggjað sær stuðul hjá stórum limalondum sum eitt nú USA, Týsklandi og Stórabretlandi.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag, og tað eru fleiri aðrar tíðndastovur, sum fyrrapartin umrøða leiðaraskiftið í Nato.

 

##med2##

 

Mark Rutte hevur nú tikið við starvinum sum Nato-aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg.