Tíðindini

Hoyr høvuðstíðindini á Rás2 á middegi

Í tíðindunum er samrøða við Kaj Leo Holm Johannesen, sum framvegis hevur fult álit á sínum landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum er tyngdur av einum gomlum tollmáli.

 

Eisini tosa vit við Petur Elias Petersen um status í málinum um golfvøllin. ÍSF-forsetin hevur verið verið á fundi við løgmann og landsstýrismenninar í fiskivinnu- og mentamálum.

 

Hoyr eisini, at hóast semingsmenninir hava tveitt handklæðið í ringin í semingsroyndini millum Pedagogfelagið øðrumegin og FMR og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin - so verður einki verkfall í ár.

 

Og ein nýggj skuldseting er reist móti 18 ára gamli manninum, sum er varðhaldsfongslaður í Norðdepilsmálinum.

 

Lurta eftir tíðindunum við at trýsta á pílin undir myndini.