Í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning á Strondum. Løgreglan sigur, at hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni. Men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar gjølligari, vísti tað seg, at bilførarin hevði heldur einki koyrikort. Hann hevði nevniliga mist tað nakað frammanundan – eisini fyri rúsdrekkakoyring.
So hetta kann skjótt verða honum ein dýr søga. Umframt at tað nú gongur enn longri tíð, áðrenn hann fær koyrikoyrtið aftur, fær hann eisini eina bót, sum verður roknað út eftir ársinntøkuni og promilluni. Og hjá einum bilførara við góðari inntøku, kann talan skjótt verða um fleiri tíggjutúsundtals krónur í bót.
Í gjárkvøldið ringdu fleiri bilførarar eisini til løgregluna at boða frá, at ein maður, sum var ávirkaður av rúsdrekka, var til gongu uppi á Sandavágshálsi. Hann var í myrkum klæðum, og hevði einki endurskin, so tey mettu, at hann var til vanda fyri seg sjálvan, tí hann var ringur hjá bilførarum at síggja.
Bilførarar høvdu bjóðað honum upp í, men tað vildi hann ikki. Tískil fór løgreglan eftir honum og koyrdi hann til Havnar, har hann varð settur av á Farstøðini.
Ananrs var tað, tey kalla rekkjukoyring, í Vágum í gjár. Tað er, tá ið bilar koyra í eini langari rekkju, hvør aftan á annan. Sjálv rekkjukoyringin gekk væl, men kortini endar tað kanska við einum máli um herverk, tí brádliga tveitti onkur eitt neyðbluss undir ein bil.
Tey, sum vóru í bilinum máttu taka til rýmingar úr bilinum, tí tað var ikki verandi í honum fyri royki og lukti, og løgreglan fer nú at kanna, um bilurin fekk nakran skaða og endin á tí kann vera, at gerningsmaðurin verður skuldsettur fyri herverk.
Løgreglan sigur, at rekkjukoyring er ikki ólóglig, bara bilførarar halda seg til reglurnar annars. Men viðhvørt, tá ið slík tiltøk eru, verða bilarnir pyntaðir við ljósum, sum ikki eru lóglig, og so er tað brot á ferðslulógina. Men í sambandi við rekkjukoyringina í Vágum í gjár, vórðu bilførarar mintir á um ikki at fáa sær blá blinkljós á bilin, tí so kundu fólk halda, at talan var um neyðsendarakfar.