Tiknir á bóli av hálku

Tað bráðfrysti í nátt og tað kom óvart á onkrar bilførarar

Summastaðni kring landið bráðfrysti í nátt og tað er komið óvart á summar bilførarar.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið fráboðan um tveir bilar, sum eru farnir útav, men talan er bara um materiellan skaða.

 

Í Vágum fór ein bilur í veitina og á Skála fór ein annar bilur útav og endaði á takinum.

Løgreglan sigur, at báðir bilarnir vóru væl skøddir við nýggjum kavadekkum, men at tað er ikki altíð, at tey eru so brúkilig í beinleiðis hálku, tey standa seg betri í kava.

 

Annars er ikki loyvt at koyra við summardekkum frá 1. desember til 30. apríl, tá ið vandi er fyri hálku.

Er vandi fyri hálku, og bilurin hevur summardekk, krevst, at ketur verða settar undir bilin.