Til Kuba at spæla sjónleik

Í døgunum 19. og 20. juni fara børn á Dramaverkstaðnum við barna og ungdómssjónleiki at framføra sjónleikin Valhøll. Sami bólkur skal í juli luttaka á altjóða barnasjónleikarastevnu í Havanna á Kuba

Síðani september í fjør hava 14 børn arbeitt við og vant sjónleikin Valhøll, sum Hjørdis Johansen hevur leikstjórnað.
Leikararnir eru millum 11 og 14 ára aldur, og eru tey sett saman av næmingum, sum hava gingið á Dramaverkstaðnum í minsta lagi trý ár.
Tey ungu hava við improvisatiónum givið hugskot til tey ymsu brotini. Leikurin er evnaður til úr tilfari frá Vølvuspá, ymsum bókum um norrønu gudalæruna og teknirøðini Valhøll.
Til ber at síggja, hví børnini Røskva og Tjálvi noyðast at fara til Valhøll við Tóra og Loka, og hvussu tey klára seg millum gudar og jatnir. Leikurin nemur við mangt stuttligt og vandamikið, sum hendir hjá gudunum í Valhøll og hjá jatnum í útgarði. Og so er tað Kvarkur, sum fær alt at gerast ein hurlivasi, har hann er.

Til Kuba
16. juli fer bólkurin avstað til eina altjóða barnasjónleikararastevnu í Havanna á Kuba, og tey koma heima aftur 28. juli. Tað eru 24 lond sum luttaka á hesi barnasjónleikarstevnuni sum hevur heitið: The Children are the Hope of the World.
Øll londini framføra sjónleik eina ferð hvør, og spælt verður fyri hvørjum øðrum og fyri almenninginum í stórum sjónleikarhúsum. Afturat hesum skulu børnini luttaka í undirvísing hvønn fyrrapart á verkstøðum við sjónleiki/drama, gykli, dansi, sangi og nógvum øðrum. Eisini vera útferðir, veitslur og svimjing.
Tað er International Amateur Theatre Association (AITA/IATA) sum er limur í UNESCO sum stendur aftanfyri stevnuna, og er hon annaðhvørt ár ymsa staðni í heiminum. Fyri at luttaka skal videoband sendast inn av leikinum, og altjóða nevndin í AITA/IATA velur so hvør skal luttaka.
Føroyingar mugu sigast at hava verið sera heppin, tí hetta er aðru ferð, at tey eru vald út. Seinast var í Lingen í Týsklandi. Ta ferðina var tað við leikinum Kópakonan sum Hjørdis Johansen eisini hevur skrivað.

Dramaverkstaðið
Dramaverkstaðið, sum samstarvar við Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms- og listaskúla hevur nú í sjey ár skipað fyri skeiðum og tiltøkum fyri børnum, ungum og vaksnum í gamla orgulverkstaðnum hjá verland Johansen, sum liggur á veg niðan í ítróttarhøllina á Nabb í Havn.
Dramaverkstaðið er eitt áhugafelag fyri børn, ung og vaksin, sum ynskja at fáa við sjónleik. Hetta skúlaárið hava 90 næmingar gingið á drama/sjónelikarskeiðum, og tey hava verið býtt upp í seks bólkar. Fýra av bólkunum hava havt sjónleikasýningar í mai og juni. Og nú skulu so tey seinastu hava sýningar av hesum leikinum, sum eitur Valhøll.
Í leikinum er sjónleikur, bardagi á palli, dansur, sangur og tónleikur/ljóðmyndir.
Pallurin er sera einfaldur, og skift millum umhvørvini verður gjørt við ljósabroytingum.
Tónleikur /ljóðmyndir hevur Magnus Johannessen gjørt. Ljós stendur Christian Kruse fyri og leikstjórna hevur Hjørdis Johansen.
Búnar hava Ebba Sofía Kruse, Hjørdis Johansen, Lív Mikkelsen, Birita Kjærbæk og foreldur seymað.
Leikarar: Anfinn Garðshorn, Bára Dybczak, Bára Sigmundardóttir, Barbara í Stórustovu,
Dís Jespersen, Eva Jóhanna Garðshorn, Eyð Joensen, Ingilín Strøm, Irena Joensen,
Jóhannus Johansen, Maria Heinesen, Marin Tórgarð, Tjóðhild Patursson, Tróndur Dalsgarð.