Góði Torkil
Tað eru nú nakrar vikur síðani, vit fingu boðini um, at tú var farin. At kroppurin ikki orkaði meira, og tú tí mátti lúta.
Fyri okkum, sum gingu í fólkaskúla saman við tær, og fyri øll onnur, sum kendu teg, er hetta ein ómetaliga svár sannroynd. Tey flestu vistu, at tú bardist ein dyst, sum var so torførur at vinna, men ikki vardi tað meg, at hetta skuldi gerast endin.
Vit komu at kennast sera væl í fólkaskúlanum. Fóru í 1. flokk saman niðri á Frúutrøð í 1972 og vóru í sama flokki tey komandi 10 árini, útivið helvtina av tíðini uppi í tí tá spildunýggja Eysturskúlanum.
Serliga í framheildsdeildini fylgdust vit nógv, og fyri meg og fleiri aðrar dreingir í 10b varð títt barnaheim yvir í Klokkaragøtu eitt slag av heimi hjá okkum eisini. Har spældu vit kort, telvaðu, hugdu eftir tipsfótbólti og hugnaðu okkum saman við tíni fryntligu familju.
Okkara vegir skiltust eftir framhaldsdeildina. Tú fór tann vegin, ið eg altíð hevði roknað við, tann handaliga vegin, og gjørdist snikkari og timburmaður. Gott hevði tú í at bregða; pápi tín so sera hegnigur við timbrinum og saman við mammu tíni álítisfólk í føroyskum dansi. Í tíni ætt eru eisini nøkur av landsins frægastu listafólkum, handaliga sum bókliga.
Ommu tína og abba tín, Bette og Petur, komu vit ungfólk at kenna og hava sum lærarar. Her fingu vit um endan av tí eldra slagnum av lærarum, og tað var týðuligt, at hesi skilafólk tóku lærarakallið bókstaviliga og álvarsliga. Vit fataðu tað ikki so væl tá, men komin longur upp í árini sæst munurin nógv betur.
Politiskt vóru vit av somu áskoðan, tó at tú var nógv meira kontantur. Spurdi meg altíð spurningin: Hví skulu føroyingar ikki ráða í Føroyum? Og tú ivaðist so í øllum førum ikki í svarinum.
Eftir fólkaskúlan sóust vit ikki so ofta sum áður, men tó av og á, og ikki minst til okkara regluligu klassasamkomur fimta hvørt ár. Tann seinasta var á Hotel Tórshavn í oktober í fjør. Hugnin var av tí allarbesta, og tú bar teg væl.
Nú í seinastuni hjálpti tú mær við onkrum timburarbeiði, og tú smíðaði fleiri av húsunum uppi í Maritugøta, har Miriam og eg seinni keyptu hús.
Eg royndi sum frægast at hava samband við teg, ikki minst nú eg visti, at tú róði tungan róður. Men tíð og orka hava sínar avmarkingar, og tankin nívir meg, um eg kundi havt gjørt meira. Eg eri neyvan tann einasti við hesum tonkum. Vit vónaðu øll inniliga, at tú fórt at koma fyri teg aftur.
Eg kundi skrivað nógv aftrat um góðar og stuttligar løtur saman við tær, men orð eru fyri einki at rokna afturímóti tí sakni, ið kennist eftir teg. Alt ov ungur fórt tú.
Jórun, Bartal, Petra og Marin, tit máttu nú siga manni og pápa farvæl, og eg rokni við, at tit, eins og vit onnur, velja at minnast Torkil fyri alt tað góða, hann stóð fyri. Hann var eitt gott fólk, og ilt búði ikki í honum.
Sunnudagin eftir at tú var farin, vitjaðu vit yviri í Klokkaragøtu - Gunnar, Heri, Bogi og eg. Bjarki hevði forfall, og Jóhan var júst farin út at sigla. Vit tosaðu um gamlar dagar, og tað manglaði bara, at tú sat har og brosaði, sum tú plagdi.
Mítt minni um teg er um ein glaðan mann, sum eg hevði nógvar góðar løtur saman við. Í skúlanum høvdu vit tað mangan ómetaliga stuttligt í fríkorterunum, og sum Heri tók til herfyri, hevur tú nú fingið eitt fríkorter, ið er nakað longri enn tað hjá okkum, ið eftir eru.
Hvíl í friði, vinurin.
Niels Juel