Blaðungur í sinnalag, fryntligur, virkin, hjálpsamur og handaliga og andaliga virkin til sín doyggjandi dag at kalla, 92 ára gamal.
18 ár vóru okkara millum; men rann aldursmunur mær ongantíð til hugs, tá vit hittust, eitt nú í arbeiðsørindum heima ella uttanlands. Hesin hábærsligi maðurin bar seg væl, og varð altíð fullkomin tøgn, tá Jóannes á fundi virðiliga tók orðið.
Jóannes hevur ikki verið meira enn miðskeiðis í tjúgunum, tá eg fyrstu ferðina hitti henda merkisverda mann, sum í vánaligu tríatiárunum fór undir revahald, ið skjótt breiddi seg um alt landið og gav teimum manga tiltrongdu krónuna, sum dugdu at fáast við tað.
Í Vestmanna var faðir mín við í revahaldi, og var Jóannes teimum hollur at heita á, tá á stóð. Var tað neyðugt, var hann skjótur upp um fjøll fyri sjálvur at meta um, hvussu til stóð. Nakra samsýning fyri ómakin hoyrdi eg ongantíð talan um uttan hjartans tøkk.
Minnist meg rætt, var tað eisini Jóannes, sum fyrst undir krígnum mælti teimum til at gevast, meðan gott var.
At siga frá øllum, Jóannes hevur tykist við í dagliga føroyska samfelagslívinum, ber ikki til í stuttum minningarorðum; men eri eg honum takksamur fyri samrøðuna, hann í 1991 gav mær loyvi at taka upp á band ? sannur dýrgripur av stillisligum, fyrstahonds frásagnum frá luttøku í helst hendingaríkasta tíðarskeiði í Føroya søgu, har vit av sonnum vita, at hansara partur ikki lá eftir. Tað var altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið í gestablíða heimi teirra, Jóannes í Hvalvík og Hansinu úr Tjørnuvík, sum var honum góða kvinnan aftanfyri mannin. Ørindi míni tann dagin vóru at spyrja Jóannes um Hvalvíkskúnna, fyrsti dozarin í nýggjari føroyskari vegagerð; og tá tað evnið var fingið frá hondini, gloymdu vit okkum við einum góðum kaffimunni heilt burtur, hetta bæði innan og uttan landoddarnar, alt meðan bandið mól ? eg hevði til alla lukku gloymt at sløkkja.
Jóannes var nú farin langt upp um tað, vit vanliga nevna mansaldur og kundi tí ikki óvæntað leggja frá sær; men saknurin er stórur í ikki longur at kunna taka telefonina og spyrja, hvussu tað nú var við hesum ella hasum og eftir góða frágreiðing og nøkur skemtilig orð aftur leggja rørið á.
Friður verði við minninum um Jóannes í Hvalvík.
Heini Olsen