Til neyðstødd í Miðamerika

Leysliga verður mett at 10.000 fólk hava mist lívið og ein tvær mió. fólk gjørdust heimleys í Miðamerika, tá ódnin Mitch herjaði. Reyði Krossur í Føroyum tekur ímóti peningi frá fólk, sum eru áhugað at stuðla hjálpararbeiðnum

Teir fyrstu tilburðarnir av diaré, húðsjúkum og eygabrúna eru longu staðfestir í Honduras og Nicaragua, og vandi er fyri at kolerafarsóttin fer at herjamillum tey túsundtals neyðstøddu í hesum londum.

Til tess at forða fyri hesum, er Reyðikrossur í Danmark við í fyribyrgjandi arbeiðinum, og hava sent fleiri bólkar av serkønum til neyðstøddu økini, sum skulu umvæla og reinska vatnleiðingarnar.

Felagsskapurin hava sent vatntangabilar til Honduras, sum veita 50.000 fólkum drekkivatn, og teir lata eisini sjúkrahúsum og heilsustovum 120.000 litar av reinum vanti um dagin.

Umleið 8000 sjálvbodnir Reykakross arbeiðarar eru við í bjargingararbeiðum, sum er ógvuliga torført, av tí at vegir og brýr eru skolað burtur.

Suni Vinther er formaður í Reyða Krossi í Føroyum. Hann sigur, at innsamlingin til frama fyri tey neyðstøddu heldur fram, so leingi sum áhugi er fyri at stuðla.

Seinni verður tikið støða til, hvat peninguri skal brúkast til. Hann verður oyramerkitur til eitt nú teppir, tjøld ella heilivág.