Í Dimmalætting týsdagin verður løgmaður endurgivin fyri at siga, at hann hevur varhugan av at Javnaðarflokkurin vil forhála samráðingarnar við donsku stjórnina.
Jóannes Eidesgaard sigur í viðmerking, at hann ikki veit, hvat løgmaður sipar til, men at hann í røðu sini í Fólkatinginum segði, at tað var best at bíða við samráðingunum til aftaná valið. Hesum var Óli Breckmann í sínari røðu í Fólkatinginum, ikki samdur við Jóannesi í. Hann vildi hava samráðingarnar sum skjótast. Tað er kanska hetta løgmaður hevur frætt, heldur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur hvørja grundgeving hann hevur fyri at bíða við samráðingunum, sigur Jóannes Eidesgaard, at hann hevur verið ótryggur við støðuna hjá tingbólkinum í bankamálinum.
Vit hava ikki viðgjørt bankamálið í tingbólkinum fyri seg. Vit hava bert verið á fundi við Landsstýrið, har vit hava tosað um uppleggið hjá serfrøðingarbólkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Álitið er iki til staðar
Harnæst hevur Bjørn á Heygum, vegna tingbólkin, rættiliga avgjørdur víst á, at tingbólkurin ikki hevur álit á løgmanni sum samráðingarleiðara.
Hvussu kann hann nú siga í Sosialinum, at tingbólkurin hevur broytt meining um tað?
Hvussu tað skal skiljast, tá Bjørn á Heygum sigur við Sosialin, at vit skulu fara undir samráðingarnar, bert fyri at vita, hvar vit standa, og at tær ikki nýtast at gerast lidnar nú. Tað skilji eg als ikki.
Álitið á løgmann verður ikki broytt av einum formansvali í Sambandsflokkinum. Tí haldi eg at sjónarmiðið um ikki at góðtaka løgmann sum samráðingarleiðara, frameftir er galdandi.
Løgmaður hevur rikið tingið heim. Vit fáa ikki arbeitt, men Landsstýrið kann arbeiða víðari uttan avmarkingar. Tað virkar løgið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tá tað heldur ikki er líkt til at løgmaður kann fáa misálitsváttan í tinginum, av tí at Fólkaflokkurin heldur hondina yvir honum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Landsstýrið broytt støðu
Í veruleikanum er løgmaður ikki bundin av at hava tingið aftan fyri seg?
Tað er rætt. Landsstýrið hevur fulla heimild at fara undir samráðingarnar við donsku stjórnina. Bert er tað løgið, at Landsstýrið,sum áður hevur lagt so stóran dent á at hava eitt samt ting aftanfyri seg, ikki virðir sjónarmiðini í tinginum um, at tað ikki hevur álit á Edmundi Joensen sum samráðingarleiðara, sigur Jóannes Eidesgaard.
Han heldur, at rættast hevði verið um tingið gav løgmanni misálitsváttan, men av tí at Fólkaflokkurin ikki vil tað, kann misálit gerast til álitisváttan.
Tað vil tingið ikki gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
Størsta afturstig
Nú tá tingbólkurin er upploystur, er størsta afturstig.Tað, sum var felags semja í tinginum, er nú dottið fyri bakka. Vónandi vikna vit ikki í einari samráðingarstøðu av hesum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann gevur løgmanni viðhaldi í sjónarmiðnum, at seinasta útspælið hjá Den Danske Bank vísir, at okkurt má gerast nú.
Vit kunnu ikki lata 30. apríl fara framvið. Nú má Landsstýrið taka støðu til stevning, hóast løgmaður knappliga vil hava samráðingar.
Hetta kunnu vit bert takka løgmanni fyri
Bert er tað harmiligt at Edmund Joensen, sum hevur sitið á málinum í hálvantriða mánað, einki hevur gjørt, nú fyrningarfreistin er um at verða farin.
Tað er ógvuliga óheppið at fara til samráðingar undir valstríðnum. Tí haldi eg besta loysnin er at stevna Den Danske Bank, fyri at fáa fyrningarfreistin burtur, og at bíða við at fara til samráðingar við stjórnina til aftaná valið.
Hetta er sum sagt eitt stórt afturstig, men tað kunnu vit bert takka Edmundi Joensen fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.