Tit hava víst at tit eru best í øllum landinum

Stuðulin til ítróttin eru væl útgivnir pengar, sigur borgarstjórin

Tit hava víst, at tit eru tær bestu í øllum landinum!

Við hesum orðunum tók Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, ímóti nýklaktu føroyameistarunum í flogbólti, í gjárkvøldið.

 

Flogbóltskvinnurnar hjá TB vunnu Føroyameistaraheitiði í gjár, eftir tríggjar dramatiskar dystir ímóti Drátti úr Vágum.

Og tá ið tær komu í land av Smyrli í gjárkvøldið, varð skipað fyri móttøku í nýggja TB-Húsinum við vøllin við Stórá.

Longu tá ið Smyril kom inn eftir Trongisvágsfirði, lógu bátar á fjørðinum og skutu fýrverk og síðani koyrdu ein rúgva av bilum í rekkjukoyring av Krambatanga út ígjøgnum býin og innaftur í TB húsið.

Kristin Mikkelsen vísti á, at Tvøroyra Kommuna hevur altíð stuðlað ítróttini á Tvøroyri, men hann legði afturat, at hetta er væl útgivnir pengar.

At eitt úrslit sum hetta, kann savna so nógv fólk, vísir, hvussu stóran týdning ítróttur hevur fyri eitt pláss, helt Kristin Michelsen

- Í dag hava tit víst, at tit eru nógv, nógv tær bestu í landinum, segði hann, tá ið hann ynskti teimum til lukku við FM.

- Í dag hava tit ríkað Tvøroyri við enn einum FM heitið, segði hann.

Serliga fegnaðist borgarstjórin um, at alt FM liðið hjá TB eru lokalir spælarar og nú vónar hann.

-  Tað er merkisvert, at liðið er mannað við tvørakvinnum burturav, og tað eiga vit at vera stolt av, segði hann.  

Sí fleiri myndir frá móttøkuni niðanfyri