– Tit misbrúka radaramálið til egnan fyrimun

– Eg havi fulla virðing fyri teimum, sum meina, at vit ikki eiga at vera í ríkisfelagsskapinum. Men lat okkum so taka tað kjakið, segði løgmaður í orðaskiftinum í løgtinginum í gjár.

Mótstøðufólk av radaranum brúka radaramálið til at fremja eitt ríkisrættarligt stríð. Tað meina fleiri samgongulimir og sipa til serliga Tjóðveldi og Framsókn.

 

– Hetta málið verður brúkt til at grugga og profilera seg sjálvan og framala onkra konflikt millum okkum og Danmark. Alt verður mælt uppí ein ellubita, sigur Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, er samdur.

 

– Eg havi fulla virðing fyri teimum, sum meina, at vit ikki eiga at vera í ríkisfelagsskapinum. Men lat okkum so taka tað kjakið, og lat okkum ikki brúka radaramálið til hetta. Tað er harmiligt, at man brúkar eitt slíkt høvi til at skapa hendan kampin internt í ríkisfelagsskapinum ella internt í Føroyum, sigur løgmaður.

 

LES EISINI: Úr tinginum: Radarakjakið hevur flutt seg - men enn eru stórar ósemjur

 

Tað er danska stjórnin, ið fegin vil hava ein radara upp á Sornfelli eftir ynski frá USA og NATO. Endamálið er at kunna hava eftirlit við loftrúminum yvir Føroyum, so man kann síggja, um fremmand flogfør flúgva her. Danska stjórnin hevur spurt seg fyri í Føroyum og hevur fleiri ferðir vissað fyri, at um føroyingar siga nei, so verður tað eitt nei.

 

Tað eru serliga loysingarflokkarnir báðir, Tjóðveldi og Framsókn, ið hava funnist at hesum nógv umtalaða radaranum. Flokkarnir eru fyri at fáa ein radara upp í Føroyum, men ósemjan snýr seg um, hvussu tað skal gerast, og hvør skal taka avgerðina. Flokkarnir meina nevniliga, at løgtingið eigur at taka avgerðina og ikki landsstýrismaðurin einsamallur. Men kjakið hevur eisini flutt seg nógv á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark - millum annað hevur Høgni Hoydal sagt, at danir brúka Føroyar fyri at geva størri íkast til NATO, av tí at Danmark ikki gevur 2 prosent av sínum BTÚ til NATO.

 

Samgongulimir skilja tó ikki, hví serliga Tjóðveldi hevur verið so nógv ímóti radaranum, og tað kom sum sagt eisini fram undir orðaskiftinum í gjár. Meðan samgongulimir fíltust á hetta, segði Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi seg hinvegin sakna eitt meira semjusøkjandi kjak frá samgonguni. Her vísti løgmaður á, at Tjóðveldi ferð aftaná ferð brúkar orðingina “bumbumál” í kjakinum.

 

– Tað er ikki serliga semjusøkjandi at fara tann vegin í retorikkinum, segði løgmaður.

 

Andstøðan eftirlýsti millum annað, at Uttanlandsnevndin ikki fevndi um allar flokkarnar, soleiðis at løgtingið er betur umboðað, tá Uttanlandsnevndin viðger radaran.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, var hvassorðaður móti Tjóðveldi:

 

– Altso eg skilji ikki, hví Javnaðarflokkurin og Framsókn tíma at vera partur av hesum uppskotinum saman við Tjóðveldi. Tjóðveldi dugir væl at útnytta støður til at øsa fólk upp ímóti dønum og skaffa sær sjálvum politisk points. Tað hava tey altíð gjørt. Tjóðveldi brúkar hetta álvarsmálið, sum snýr seg um okkara trygd, sigur Bill Justinussen.

 

Høgni Hoydal svaraði ikki ordiliga uppá hesar atfinningarnar, men segði hinvegin, at hetta málið snýr seg um nakað so grundleggjandi sum, at Føroyar skulu taka avgerð um, hvat verður gjørt og sett upp her á landi. Hann segði millum annað, at Føroya fólk ongantíð hevur samtykt, at nakað annað land kann seta hernaðarútgerð upp í Føroyum, og tí heldur hann eins og onnur úr andstøðuni, at hetta er eitt mál av so stórum uttanríkispolitiskum týdningi, at tað eigur at koma fyri løgtingið.

 

– Tað er ein ódemokratisk avgerð, um ein landsstýrismaður skal taka avgerð um at seta hernaðarútgerð upp, uttan at løgtingið hevur tikið støðu til tað, sigur Høgni Hoydal.

 

Les longri frágreiðing um orðaskiftið í tinginum í gjár HER.

 

(Greinin er dagførd við fleiri viðmerkingum frá orðaskiftinum klokkan 15:30).