Hóast Tjóðveldi hevur tríggjar kvinnur á Føroya Løgtingi, heldur flokkurin fast um, at tað verður Heini O. Heinesen, sum skal umboða flokkin í politiska fylgibólkinum, sum skal vera við í arbeiðnum at endurskoða valskipanina.
Tað sigur ein av kvinnuligu umboðum hjá Tjóðveldinum á tingi, Annita á Fríðriksmørk.
Í sambandi við valskipanina, hevur nettupp spurningurin um javnstøðu havt ein avgerðandi leiklut og atfinningarnar vóru hvassar um, at bara ein kvinna var ímillum teir fimm serfrøðingarnir, sum vórðu valdir í nevndina at endurskoða valskipanina.
Men síðani hevur tann eini nevndarlimurin borið seg undan valinum og alt bendir á, at ein kvinna verður vald ístaðin og so kravið um javnstøðu gingið á møti.
Men politisku flokkarnir hava eisini hvør sítt umboð í einum politiskum fylgibólki og har eru bara menn valdir.
Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at skuldi onkur flokkur havt hug at endurskoða valið, fer hann ikki at leggja seg í vegin fyri tí.
Men tað er í øllum førum greitt, at Tjóðveldi ger onga broyting.
- Tá ið vit valdu umboð í hendan fylgibólkin valdu vit framsøgufólkið á økinum, altso framsøgufólkið í valdømismálum, sigur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna.
Hon var sjálv ein av teimum, sum átalaðu manglandi javnstøðuna, men hon sigur, at tjóðveldi hevur tað aðalreglu, at bólkar verða mannaðir við framsøgufólkunum á viðkomandi øki.
- Skuldu politisku fylgibólkar á Løgtingi havt javnstøðu hvørja ferð, merkir tað, at mannligu umboðini í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldisflokkinum ongantíð sleppa framat.
Hetta er tí at hetta eru teir einastu flokkarnir¬, sum hava kvinnuliga umboðan á tingi og sum sostatt kunnu velja kvinnur.
- Út frá einum javnstøðusjónarmiði kann tað heldur ikki vera rætt, heldur hon.
Hon staðfestir, at skulu vit hugsa um javnstøðu, er tað tí avgerandi, at vilja flokkar virka fyri javnstøðu, er tað avgerandi, at teir gera sítt heimaarbeiði longu tá ið valstríðið byrjar.
Ávíst fyrivarni
Annars heldur hon, at politiski fylgibólkurin skal takast við einum ávísum fyrivarni, tí ósemjan um valskipanina er so stór.
- Vanliga umboðar eitt framsøgufólk allan flokkin, men tað er ikki galdandi í hesum føri, tí ósemjan um valdømini er so stór.
- Skuldu flokkarnir gardera seg, skuldu teir sostatt valt hvør síni tvey umboð í fylgibólkin, eitt sum er fyri einum valdømi og eitt, sum er fyri fleiri valdømum.