Tjóðveldi umboðar bara føroysk áhugamál á fólkatingi

- Tjóðveldi er einasti flokkur, sum kann føra fullveldispolitikk á fólkatingi og sum bara umboðar føroysku tjóðina og føroysk áhugamál, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

##med2##

 

Í sending á FM1 spurdi Árni Gregersen, journalistur, Høgna Hoydal, sum er formaður í Tjóðveldi, hvat flokkur hansara ætlar sær at gera á danatingi?

 

- Tað er ein góður spurningur, men hann er ikki so trupul at svara. Tjóðveldi er jú tann flokkur, sum vil fullveldi í Føroyum, og Tjóðveldi er einasti flokkur, sum kann føra fullveldispolitikk, sigur Høgni Hoydal. 

 

Formaðurin í Tjóðveldi vísir á, at flokkur hansara er einasti flokkur, sum kann føra fullveldispolitikk á danatingi og sum bara umboðar føroysku tjóðina og føroysk áhugamál á fólkatingi.

 

- Vit hava sæð, tá aðrir flokkar hava verið á fólkatingi, so hava teir umboðað danskar flokkar, og hetta hava vit serliga sæð síðstu árini á fólkatingi, sigur Høgni Hoydal við FM1.

 

Øll samrøðan við Høgna Hoydal kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.