Nakað soleiðis er tað, at Landsverk hugsar sær Tjørnuvíkartunnilin: Frá Marmaskallará og út aftur inni í dalinum í Tjørnuvík

Tjørnuvíkartunnil: Vil vita nær fyrsta skotið verður latið

Tingmaður vil vita, nær fyrsta skotið verður latið av til Tjørnuvíkartunnilin

 

Nakað soleiðis er tað, at Landsverk hugsar sær Tjørnuvíkartunnilin: Frá Marmaskallará og út aftur inni í dalinum í Tjørnuvík

Tað er Jóhannis Joensen, tingmaður úr Javnaðarflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, ein grein 52a fyrispurning um tunlar.

Spurningarnir hjá honum eru soljóðandi:

1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?

2. Heldur tíðarætlanin?

3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?

4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?

Í viðmerking til spurningarnar vísir tingmaðurin á, at Dalstunnilin er sprongdur ígjøgnum og eftir er nú at gera projektið liðugt.

– Tunnilin skal tryggjast og asfalterast, og vegir við tunnilsmunnarnar skulu gerast lidnir.

– Pengar eru játtaðir til at enda projektið, og tí er týdningarmikið, at arbeiðið gongur eftir ætlan. Eisini er ætlanin, at tunnilstoymið skal til Tjørnuvíkar, tá dalstunnilsprojektið er liðugt. 

– Fyri at fáa at vita, hvussu arbeiðið hilnast, verða hesir spurningar settir landstýrismanninum, sigur Jóhannis Joensen.

 

Nakað soleiðis er tað, at Landsverk hugsar sær Tjørnuvíkartunnilin: Frá Marmaskallará og út aftur inni í dalinum í Tjørnuvík