Í seinasta lagi 1. mars skal bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, verða strikað.
Tað er kravið frá borgarstjórum, umboðum fyri politisku valfeløgunum og vinnulívinum í Vágum og í Norðoyggjum, til Aksel V. Johannesen, løgmann, og Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum.
Í eini almennari fráboðan í dag staðfesta tey samstundis, at Klaksvíkar Kommuna, og kommunurnar í Vágum, fyrireika seg í hesum døgum til at stevna landsstýrinum fyri at hava brotið avtaluna um at bummgjaldið skuldi takast av, tá ið lánið í tunlinum var goldið.
Tey yvíhalda nevnila um, at tað er avtalan at bummgjaldið skal strikast, og tey siga, at hetta hevur eisini verið fatanin hjá politikarum, sum vóru við til at samtykkja tunnilin og hjá teirra embætisfólki, umframt hjá fyrrverandi nevndarlimum og stjórum fyri tunlarnar.
Og hetta hevur eisini verið fatanin hjá landsverki og Landsgrannskoðaranum, siga tey.
Tí krevja tey, at bummgjaldið verður avtikið og at Vágatunnilin verður ein partur av vanliga vegakervinum hjá landinum.
– Vanliga hevur landið goldið hundrað prosent av øllum landsvegum, ferjulegum og ferjum, ið gjørdar eru her á landi, staðfesta tey.
– Men júst í sambandi við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin varð neyðugt at læna pening og tey lánini skuldu gjaldast aftur við at krevja eykaskatt, har miðjað varð ímóti at gjalda lánið niður, so borgarin skjótast gjørligt slapp undan at gjalda hendan eykaskatt.
Talan kann tí ikki verða um at uppá bummpeningur skal halda fram, siga tey.
– Í besta føri er tað álvarsligt drál, og í versta føri er tað beinleiðis lógarbrot ikki at leggja Vágatunnilin í vegakervið hjá landinum, nú hann er skuldarfríur, siga tey.
Tey, sum hava skrivað undir, eru Aime Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága Kommunu og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Somuleiðis hava umboð fyri valfeløgini teimum politisku flokkunum í Klaksvík og í Vágum, eisini skrivað undir, umframt hesi umboðini fyri vinnulívið: Atli Gregersen, Eron Debes, Jóhan á Mýrini, Jim Sonni Guttesen, Kristian Olsen, Niels Olgar Joensen og Jógvan Við Keldu, sum umboðar Vinnulívsráðið í Klaksvík.