Svimjihylurin
Í afturvendandi kabarettini, sum nólsoyingar spældu á ovastevnu, "Nólsoyarbygd? ein býlingur í Havn", var eitt skemtiligt brot um, at Tórshavnar kommuna, sum Nólsoy nú verður partur av, eigur tvey fornminni. Annað er Kirkjubømúrurin; hitt er svimjihylurin í Nólsoy!
Nú eru tey ungu í Nólsoy ófør at skemta, og tí tekur eingin hetta so tungt.
Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy ætlar ikki, at stoypiarbeiðið, sum higartil er gjørt eystanfyri skúlan, skal koma at standa sum eitt fornminni í framtíðini.
Una Hansen, kassameistari hjá nevndini, sigur, at ovastevnan hesaferð var hin ellivta í røðini, og hon er ikki í iva um, at stevnan er komin fyri at vera.
- Hetta er eitt stórt og tungt tak, men vit fara fús aftur til verka komandi ár. Endamálið er enn sum áður at savna pening inn til svimjihylin, sum stendur í gerð í Nólsoy.
Biðið um tilboð
Una sigur, at nú umleið helmingurin av stoypiarbeiðinum til svimjihylin er fingið frá hondini, er umleið ein miljón krónur løgd í hetta arbeiði.
- Nú hevur arbeiðið ligið stilt leingi, og enn restar nógv í, men nú ætla vit at leggja til brots aftur.
Hon veit at siga, at stuðulsnevndin hevur biðið ein arbeiðstakara um tilboð uppá at gera stoypiarbeiðið liðugt og at inniloka bygningin.
- Enn hava vit ikki fingið tilboðið, men arbeiðstakarin hevur verið á staðnum og sæð tað, sum higartil er gjørt. Hann heldur, at hesin parturin av arbeiðnum er í lagi.
Una Hansen sigur seg tó ikki duga at meta um, nær gongd kemur á aftur arbeiði.
- Men vit vóna, at ikki ov long tíð gongur, til bygningurin stendur innilokaður, sigur hon at enda.
Eitt ódnartak
Einki er at ivast í, at tað verður eitt ódnartak hjá nólsoyingum at fáa svimjihylin í Nólsoy undir land.
Sum skilst, er svimjihylurin ikki beinleiðis við í avtaluni, sum gjørd er millum Tórshavnar kommunu og Nólsoyar kommunu, nú samanleggingin verður framd frá 1. januar komandi ár. Men á útoyggjastevnu í Hesti fyrr í summar, lovaði Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, hestfólki, at svimjihylurin í Hesti skuldi koma í eina trygga legu við samanleggingini.
So hvør veit? Kanska fáa nólsoyingar her eina hjálpandi hond, nú teir verða partur av tí stóru høvuðsstaðarkommununi.