Nú sleppa føroysk fiskiskip kanska at avreiða meiri fisk uttanlands.
Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at fyri at bøta um okkara kappingarførið og inntøkumøguleikar, er tað neyðugt, at okkara fiskivinna hevur so rúmligar karmar sum gjørligt at virka undir.
Í hesum sambandi arbeiðir landsstýrið við at broyta reglarnar fyri avreiðingum uttanlands.
- Í hesum sambandi er ætlanin at skip skulu fáa eitt fyribils loyvi til at avreiða meiri uttanlands, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men hann sigur, at hetta verður ikki ein varandi loysn, men ætlanin er, at hetta skal vera galdandi í eina tíð, til viðurskiftini aftur eru fingin í rættlag.
Manglar keypiorka
Løgmaður sigur, at tað sær út til, at fleiri ferðir, tá ið skip avreiða í Føroyum, er ikki nøktandi keypiorka til hann og tí er fiskur komin at standa óseldur á fiskamarknaðinum.
- Tað er spurningurin um tað ikki er tekin um ein gjaldføristrupulleika hjá føroyskum fiskakeyparum – saman við einum marknaðartrupulleika.
- Tað er ein spurningur um vit ikki vera noydd at seta eina slíka fyribils skipan í verk, leggur hann afturat.
Eitt er at geva skipunum fríari ræsir at avreiða uttanlands. Men fer tað ikki bara at føra til, at meiri fiskur fær óvirkaður av landinum, so at arbeiðsloysið á føroysku virkjunum økist?
Nei, tað haldi eg ikki, sigur løgmaður. Hann sigur, at tað vísir seg sum um, at føroysku virkini fáa rættiliga nógvan fáa fisk og kanska hava so nógv tey klára at svølgja, serliga nú ein stórur keypari, sum Kósin, er farin av marknaðinum.
Samstundis sigur hann, at virkini framvegis kæra seg um, at tey hava trot á arbeiðsmegi.
Tí kann tað vera, at fløskuhálsar taka seg upp á virkjunum, serliga í ávísum tíðarskeiðum.
- Hetta er ein spurningur um at fáa fiskin undan, fyri ein nøktandi prís, sum skipini fiska, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at tað ber ikki til at hava ein fløskuháls í vinnuni, sum uppstendur av, at virkini ikki fáa keypt fiskin, so at hann heldur stendur óseldur.
Tí arbeiðir landsstýrið nú við eini ætlan um at geva føroyskum skipum fríari ræsur at avreiða uttanlands í eini skiftistíð, fyri ikki at missa virðisøkingina á gólvið, sigur løgmaður.
Les eisini greinina: Søtur musikkur í oyrunum á reiðarum