Vit miðja fram ímóti at vera liðug við Hvalbiartunnilin í februar. Tað sigur Jón Sigurdsson, stjórí í Articon, sum ger tunnilin.
Annars vilja seiglívað leysatíðindi vera við, at arbeiðið gongur so mikið væl, at tunnilin verður liðugur longu fyri jól, men tað við stjórin á Articon ikki kennast við.
– Vit hava áður sagt, at vit miðja eftir at vera liðug í februar, og tað halda vit okkum til, sigur hann.
Annars sigur hann, at arbeiðið gongur væl. Tunnilsmunnarnir, ella portalarnir, eru komnir og skulu setast upp og arbeiðið at legga rør í vegbreytina, er eisini komið væl áleiðis. Og hann sigur, at ætlanin er at asfaltera mitt í november.
Men so er eftir at gera alt liðugt uttan fyri tunlarnar, umframt at seta elskipanir og trygdarskipanirnar upp, so fyribils halda tey seg til at tunnilin verður liðugur í februar.
– Tað verður ikki fyri jól, leggur hann afturat-
Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, vísir eisini á, at tá ið arbeiðið er liðugt, skulu allar skipanirnar í tunlinum, bæði elskipanin og trygdarskipan, roynast, tí tá ið tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, skal alt rigga sum tað skal.