Ætlanin er at byrja sum skjótast

Anna Maria Poulsen, sum á triðja sinni er afturvald í bygdaráðið í Eiðis kommunu, sigur, at barnagarðurin er eitt av hennara hjartamálum, og hon vónar, at tað ikki fer at taka alt ov langa tíð, til spakin verður settur í, og barnagarðurin stendur liðugur

Eiði

Anna Maria Poulsen er einasta kvinna í bygdaráðnum í Eiðis kommunu. Á valinum herfyri varð hon vald í bygdaráðið á triðja sinni, og er hon samstundis triðja kvinnan, sum hevur sitið í bygdaráðnum. Undan henni hava sitið Hildigarð Høghamar og Annvør Jacobsen.
Anna Maria er dagrøktarleiðari í Eiðis kommunu. Tað hevur hon verið í meira enn hálvt fimta ár. Í skipanini er einki loft, og í dag verða eini 60 børn ansaði í dagrøktini.

Nýggjur barnagarður

Í kommununi er eingin barnagarður, men bygdaráðið, sum nú leggur frá sær, hevur samtykt, at barnagarður skal byggjast á Eiði. Í verandi fíggjarári er ein miljón sett av til hetta arbeiði, og á komandi fíggjarætlan er 2,5 miljónir settar av.
Anna Maria sigur, at barnagarðurin er eitt av hennara hjartamálum í bygdaráðnum, og hon vónar, at tað ikki fer at taka alt ov langa tíð, til spakin verður settur í, og barnagarðurin stendur liðugur.
- Ætlanin hjá bygdaráðnum er at bygja sum skjótast, sigur hon.
Barnagarðurin á Eiði skal byggjast á leiðini, har eldrasambýlið er.
- Neyðugt er í fyrsta lagi at gera ein lítlan vegastubba, so økið verður atkomiligt, sigur hon.
Anna Maria býr í Ljósá, og hon fegnast um, at bygdin fekk reint kelduvatn í skjótt farna valskeiði.
- Men her er eisini ymiskt at taka hond um hjá nývalda bygdaráðnum. Eitt nú verður neyðugt at bøta um vegirnir, og somuleiðis eiga vit at frýðka eitt sindur um í bygdini, sigur hon.
Ikki nevndarsess

Tá ið nýggja bygdaráðið í Eiðis kommunu, sum tekur við 1. januar 2005, formelt skipaði seg á fundi mánakvøldið - við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndarumboðum, var Anna Maria ikki við í nakrari av føstu nevndunum hjá kommununi.
Hetta fall í eyguni, og tí ringdi Sosialurin til hennara at fregnast, hvussu hetta hekk saman.
- Hetta hevur einki við ósemju at gera, sigur Anna Maria.
Hon vísir á, at hon sjálv ynskti ikki at vera við í nakrari av føstu nevndunum í kommununi, tí hon frammanundan hevur fleiri álitispostar at røkja sum umboð fyri Eiðis kommunu.
- Eg eri umboð í Korndalsbýlinum, sum er eldrasambýlið á Eiði, Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Hetta heldur Anna Maria Poulsen vera nóg mikið, og tí ynskti hon ikki at vera við í føstu nevndunum hjá Eiðis kommunu, men annars luttaka í tí arbeiði, sum fer fram í bygdaráðnum.

Kvinnur og kvinnur

Tað vóru tilsamans fimm listar, sum bjóðaðu seg fram til bygdaráðsvalið í Eiðis kommunu. Millum hesar var eisini ein kvinnulisti, sum ikki fekk serliga stóra undirtøku.
Kvinnur vóru eisini á øðrum listum, og Anna Maria Poulsen varð vald á listanum hjá Tordi J. Niclasen og Rólanti Poulsen.