Útlendingar skulu kanska rinda meir við tyrluni

Tað heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað kann koma uppá tal, at gera eina skipan umboð á føroysku tyrlunum, ið hevur við sær, at ferðandi rinda ymiskar prísir.

- Vit mugu spyrja okkum sjálvi hvat vit skulu gera við útlendingarnar, ið flúgva á útoyggjar sum ferðandi. Møguliga skulu vit hava ein prís fyri útlendingar, eina fyri føroyingar og ein hjá teimum, ið búgva fast á útoyggj, sigur Henrik Old. Tá verður talan kanska um at hava eitt kort við hondina, ið sigur hvør tú er.

- Tað er kanska eitt sindur keðiligt at gera tað so, men vit mugu gera okkurt, sigur Henrik Old.

Hann sigur, at tað eru alt fleiri útlendingar, ið nýta møguleikan at flúgva túrar á útoyggjar í Føroyum, tá tey eru her sum ferðafólk. Í nógvum førum hava tey eisini bílagt langt frammanundan, ið hevur við sær, at tað gongur ofta útyvir ferðamøguleikarnar hjá teimum, ið búgva á útoyggj.

-  Skipanin bleiv gjørd til teirra, ið hava bústað á útoyggj. Í løtuni eru tey taparar í hesum, tí ofta eru túrar fullir frammanundan og tá standa tey eftir sum taparar. Vit eru longu í seinna lagið at endurskoða skipanina, men okkurt má gerast nú, sigur Henrik Old.