Útlendskar íløgur til Føroya

Í eitt hálvt ár hevur deildin Invest in the Faroes arbeitt við einum áliti um, hvussu vit fáa útlendingar at gera íløgur í føroyskt vinnulív

Á tíðindafundi í morgun legði deildin fyri Íløgur í Føryum fram álit um, hvussu føroyingar kunnu draga útlendskan kapital inn í okkara vinnulív.
Vanligi føroyingurin er vitandi um, at nakað av útlendskum kapitali longu nú er í føroyskum vinnulívi, og at hetta umfatar eitt nú SMS, Vodafone, bankarnar og oljufeløgini. Men eitt yvirlit, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, vísir, at útlendskar íløgur finnast í heili 22 føroyskur fyritøkum.
Men ynski er um at fáa fleiri útlendingar at gera íløgur í Føroyum.
Royndir uttanlands vísa, at londini við útlendskum íløgum hava størstu búskaparligu framgongdina. Og kanningar í Danmark vísa, at hóast tað í dag bert finnast útlendskar íløgur í einum prosenti av privastu fyritøkunum, umboða hesar 14 prosent av samlaðu arbeiðsmegini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Kitty May Ellefsen, sum er leiðari á deildini fyri Invest in the Faroes, sigur, at tey hava lagt dent á at kanna, hvussu londini uttan um okkum gera, fyri at draga útlendskan kapital til sín. Serliga hevur verið hugt eftir, hvussu danir gera, men eisini lond sum Malta og Cypros hevur verið hugt eftir, eins og samstarvsavtala er gjørd við felag í New York, sum hevur royndir at marknaðarføra Danmark sum íløguland.

Føroyskar royndir
Ein av teimum, sum hava royndir við fremmandum kapitali í sínari fyritøku, er Niels Mortensen, stjóri í SMS, og hann hevur bara gott at bera hesum íleggingarformi.
- Tað er í minstan mun pengarnir, sum telja í hesum sambandi. Tað er nógv meiri tað know-how, ið vit fáa tilført við kepitalinum, sum telur. Nú eru vit sjálvandi í teirri hepnu støðu, at okkara íleggjarar sjálvir eru innan somu bransju, og tað er dagliga sambandi, ið hevur mest at siga, sigur Niels Mortensen.
Tað er tí ikki bert sjálv kapitalinnspræningin ella kvarttalsligu nevndarfundirnir, sum hava størsta týdningin í hesum føri.
- Eg kann bara av hjarta viðmæla, at fyritøkur taka inn útlendskar íleggjarar, sigur Niels Mortensen.
Eisini Bjarni A. Bjarnason hevur royndir við útlendskum kapitali, og hóast tað í førinum Vodafone var tungt at vekja áhugan hjá útlendskum íleggjarum, so skal týdningurin av hesum á ongan hátt undirmetast.
Tað er eisini púra greitt, at føroyingar eru farnir frá hugsjónini um heldur at eiga 100% av ongum enn 25% av nógvum. Tað sum telur, er at skapa vøkstur, fyritøku og samfelagi at gagni.

Fleiri møguleikar
Johan Dahl heldur, at møguleiki er hjá fleiri føryskum fyritøkum at draga útlendskar íløgur til sín, og ein upplagdur møguleiki er innan maritima økið.
Útlendingar eru longu íleggjarar í til dømis Atlantsfarinum, Sea Freeze, Marine Harvest, Atlantic Biotechnology og øðrum føroyskum reiðaríium. Og møguleikarnir fyri øðrum verkætlanum eru upplagdir.
- Talan kann til dømis verða um Green IQ, Faroe Cod Farming í Hvalba ella HSJ, sum allar eru maritimt relateraðar fyritøkur, sigur Johan Dahl.
Og tá er mest upplagdi møguleikin, nevniliga innan kolvetni, als ikki nevndur.
- Tað, sum nú fer at henda, er at vit við hesum amboðnum í hondunum (ísandi til frágreiðingina hjá arbeiðsbólkinum) fara undir at marknaðarføra Føroyar sum eitt íløguland, sigur Johan Dahl.
Hetta fer at verða gjørt í samstarvi við Uttanríkisráðið, sum umsitur ferðavinnu og tónleikavinnu.
- Uttanríkisráðið hevur einar tríggjar milliónir at marknaðarføra Føroyar við, og Vinnumálaráðið hevur sett eina millión av til hesa verkætlanina, so tilsamans eiga vit at røkka rímiliga langt, sigur Johan Dahl.
Hann hevur ikki beinleiðis sett sær nakað mál fyri, hvat succes-kriteriið er í sambandi við hesa verkætlanina.
- Men fáa vit ein ella tveir útlendskar íleggjarar til Førya við hesi marknaðarføring, so eru vit væl nøgd. Og ongantíð betri, um tað gerast til fleiri, sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri.