Tórbjørn Jacobsen heldur, at hann hevur nátt tí málinum, sum hann setti sær við nógv umrøddu greinini, sum var prentað í bløðunum fyri trimum vikum síðani.
? Eg kendi meg noyddan at steðga ætlanini hjá Bjarna Djurholm um at privatisera Føroya Fiskavirking í skundi. Eg haldi, at tað málið er komið upp á pláss politiskt, tí nú hevur Bjarni Djurholm sagt, at ætlanin er at privatisera Fiskavirking í einum umvegis partabrævamarknaðin, sigur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Harðligt stríð
Hann sigur, at hevur stríðst harðliga fyri vinnupolitikkinum, sum er niðurfeldur í samgonguskjalið.
? Samgongusamráðingarnar slitnaðu meira ella minni av ósemjuni um vinnupolitikkin. Vit vildu á ongan hátt góðtaka upprunaligu ætlanina hjá Fólkaflokkinum um at privatisera Fiskavirkin í smáum pettum sum skjótast, og einu náttina endaði tað við, at partarnir fóru hvør til sítt í øðini.
? Tá Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen seinni hesa náttina settust aftur at tosa um málið, bar tað til at fáa eina semju, og tað er hon, sum er skrivað í samgonguskjalið, og tað er hon, sum skal haldast í verki eisini, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tað hevur hjálpt
Hann heldur, at eftir samgongusamráðingarnar komu signal um, at Fólkaflokkurin ikki ætlaði sær at halda seg til samgonguskjalið, tá tað snúði seg um privatiseringar av ongunum hjá Framtaksgrunninum.
? Signalini vóru, at nú skuldi Fiskavirking bara seljast sum skjótast, og tað mátti eg steðga. Tí skrivaði eg nógv umrøddu greinina um vinnupolitikkin, og eftir eitt øðiligt stríð haldi eg, at tað hevur eydnast mær at fingið málið aftur á rætta kós politiskt.
? Vit ætla at halda rimmarfast um, at Fiskarvirking skal privatiserast varliga um ein partabrævamarknað, sigur Tórbjørn Jacobsen.