Todi skoraði tvey mál

Tvey mál á næstbesta liðnum roknar hann við styrktu um hansara støðu, men hann roknar ikki við, at støðan fer at broytast næstu vikurnar

ÚTISETI

Tað vóru sunnudagin glottar í troystarleysa fótbóltslívinum hjá Toda Jónsson í Keypmannahavn. Enn eina ferð hevði Hans Backe vrakað føroyska álopsspælaran, tá ið besta liðið undan ferðini til Odense skuldi mannast.
Luturin hjá Toda var saman við trimum øðrum av besta liðnum at spæla við Danmarksseriuliðnum, sum á heimavøllinum á Frederiksberg stadion spældi toppdyst ímóti AB70. Reglurnar eru broyttar, so næstbestu liðini hjá teimum í superliguni kunnu flyta upp í 2. deild, og í FCK vilja teir fegnir hava eykaliðið at flyta upp.
Todi Jónsson var á vøllinum í 70 minuttir. So bað hann um at verða skiftur út. Tað kundi hann gera við góðari samvitsku, tí hann hevði fyrra partin av seinna umfarinum skorað tvey mál. Tað fyrra stútaði hann eftir frísparksinnlegg, og tað seinna fekk hann, eftir at hann hevði sneitt seg leysan.
- Tað er sjálvandi stórur munur á at spæla í superliguni og í Danmarksseriuni. Og upp á ein máta er tað torførari á hesum støðinum. Mótstøðumenninir kenna okkum, sum plaga at spæla í superliguni, og teir leggja nógv fyri. Taklingarnar eru ikki altíð so reinar, og viðhvørt eru teir eitt sindur seinir, so tú kennir vandan fyri skaðum at vera kanska størri, enn hann er í superliguni.
Broytir tað tína støðu, at tú hesa ferð skoraði tvey mál?
?Eg haldi, at tað styrkir mína støðu, men eg rokni ikki við, at tað fara at vera serligar broytingar. Í langa tíð havi eg nú verið fimta val til tey bæði álopsplássini, og tað gangi eg bara út frá eisini fer at verða soleiðis tær næstu vikurnar. Men vit fáa at síggja.
Ert tú nøgdur við tað?
?Tá ið tú í mong ár hevur spælt á hægsta støði, so kennist tað sjálvandi ikki serliga hugaligt at spæla seriufótbólt. Men soleiðis er støðan í løtuni, og tað eri eg noyddur at arbeiða út frá.
Fert tú at halda fram í FCK næsta ár?
- Sáttmálaskeiðið verður runnið í summar. Fyri jól gjørdu vit av at bíða við at tosa saman um møguleikan fyri framhaldandi samstarvi inntil eina ferð seinni í vár. Eg veit ikki, um FCK er áhugað í at halda fram við samstarvinum. Um teir eru tað, so er tað upp til mín at gera av, um eg skal vera nøgdur við at halda fram sum eykaspælari fyri eykaspælararnar, ella um eg skal flyta til annað felag, har er rokni við at møguleikarnir fyri plássi á besta liðnum verða størri, enn teir í løtuni tykjast at vera her, sigur Todi Jónsson.