Úrslitið av millum øðrum hesum upptøkum kann síggjast á TV2 í kvøld, tá sendingin, LPS (Lige På og Sport) fer á skíggjan klokkan 21.40 okkara tíð.
Í sendingini verður kikarin settir á Fremad Amager, sum sambært føroysku ætlanunum verður eitt felag, sum um fá ár skal taka dystin upp við tey stóru í donskum fótbólti.
Sum skilst, so verður nógv gjørt burtur úr Føroyaferðini, eins og hugt verður at umstøðunum fyri fótbólti á Amager. Bæði teimum verandi, og teimum møguleikum, sum eru fyri menning.