Fótbóltssambandið í Togo kærir nú útihýsingina úr kappingini um afrikanska meistaraheitið í fótbólti til gerðarættin hjá ítróttinum, CAS. Afrikanska fótbóltssamgongan valdi at útihýsa Togo úr teimum báðum næstu afrikansku endaspølunum, tí Togo valdi at rýma úr Angola undan endaspælinum, eftir at spælarabussurin var álopin og trý fólk lótu lív. Togo vil hava ein úrskurð innan fáar dagar, tí lutakastið til komandi undankappingina verður longu leygardagin.