Tóki  er aftur á Argjum

1.deild menn: Eftir at hava spælt við Undrinum, Royn og FC Hoyvík, so er Tóki Næss Rasmussen aftur á Argjum

Eftir at hava spælt við Undrinum, Royn og FC Hoyvík, so er Tóki Næss Rasmussen aftur á Argjum. Tað skrivar AB.

 

- Fyrireikingarnar til kappingarárið 2024 ganga við rúkandi ferð, og AB kann kunngera, at ein gamal kenningur aftur verður at síggja í AB-blusuni í komandi ári. Talan er um 24 ára gamla Tóka Næss Rasmussen. Tóki er uppvaksin partvíst í HB, men kom út á Argir at spæla í sínum tannáringaárum, skrivar AB og leggur afturat:

 

- Í 2018 var hann partur av U21-liðnum hjá AB, ið vann FM hetta árið, og í 2020 náddi hann at spæla sín higartil einasta dyst í Betrideildini, tá hann kom inn í dysti ímóti KÍ. Síðani summarhálvuna 2020 hevur Tóki spælt við ávikavist Undrið, Royn og FC Hoyvík. Tóki er ein leikari við góðum tekniskum førleikum, ið kann spæla á øllum plássum í síðunum umframt, at hann kann spæla á miðuni.

 

Við hesari tilgongdini hevur AB fingið ein spælara, sum kann spæla á nógvum ymiskum plássum og á Argjum verður sagt, at hetta ger, at kappingin um plássini í hópinum verður herd.