Tónleikarin og tónasmiðurin Jógvan Telling 75 ár

Í dag 7. juli verður havnarmaðurin, Jógvan Telling Joensen 75 ár.

Hann er føddur tann 7. juli í 1947, og hann er sonur Eigil Joensen úr Vági og Maju Joensen úr Havn.

 

Navnið Telling hevur Jógvan frá abbanum í móðurætt, Gerhard Telling, sum var dani og giftist Jóhonnu í Reynagarði, og høvdu tey Tellings Vaskeri í Tórsgøtu. Jógvan Telling hevur eina yngri systur, Hannu Joensen, sum er býr niðri.

 

Jógvan Telling fór at spæla tónleik av álvara sum tannáringur miðskeiðis í sekstiárunum, og hann fekk stuðul heimanífrá til sítt virksemi, har var klaver í húsinum, og hann fekk sín fyrsta gittara frá mammu síni. Unglingarnir vandu í tíðarskeiðum heima í stovuni hjá Maju.

 

Jógvan spældi í bólkunum King Bees við m.a. Finnboga Johannesen og Cream Crackers við m.a. Birgari Johannesen. Jógvan Telling spældi sologuitar og orgul í hesum seinna bólkinum.

 

##med2##

 

Eftir lidnan studentaskúla flutti hann til Keypmannahavnar í 1968. Her kom hann skjótt upp í føroyska húsorkestrið í Pæsastovu, har manningin taldi m.a. Jógvan Dahl og Kára Mouritsen.

 

Í 1969-70 verður í Keypmannahavn tikið stig til at spæla inn og geva út tættir úr teimum studentakabarettunum, sum høvdu verið í Sjónleikarahúsinum. Her komu tvær EP’ir út, á tí fyrru m.a. “Sektus og Sekterius” og á tí seinnu sangirnir “Tinganes”, “Gamla Dimma”, “Lisa” og “Alment starv”.

 

Annika Hoydal tók lut saman við áðurnevndu per­sónum á hesum upptøkum, og hesi komu at mynda tónleikabólkin Harkaliðið, sum hevur havt so stóra ávirkan á føroyskan rútmiskan tónleik.

 

##med3##

 

LP-útgávan frá 1971 var ávirkað av fólkatónleiki og rákinum frá tí tíðarskeiðnum, og hon fevndi um m.a. nýtulkingar av føroyskum vísum. Harkaliðið var ein virkin tónleikabólkur í Danmark í 70’unum, og hann tók lut í fleiri donskum sjónvarpssendingum, har eitt hæddarpunkt var luttøkan við Anniku Hoydal í tí Danska Melodi Grand Prix-num í 1979 við “Alduni” við teksti eftir Gunnari Hoydal og lagnum hjá Anniku Hoydal. Síðani góvust tey at spæla saman, og tey byrjaðu ikki aftur fyrrenn summarið 1988, tá tey savnaðust aftur til tríggjar konsertir í Norðurlandahúsinum.

 

Jógvan Telling og Annika Hoydal góvu í 1977 út Lp’ina “Annika og Jógvan”, har m.a. sangirnir “Beinta” og “Tá babba kemur heim” eru at hoyra.

 

##med4##

 

Jógvan gav út tvær singulplátur við fýra løgum á hvørjari í 70’unum, har m.a. sangurin “Skiparin Lítli” gjørdust ein landaplága og var fastur táttur í kvøðuljómunum í mong ár. Kendasta lagið hjá Jógvani er helst lagið til yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus “Meg minnist eina mynd”, sum hann longu skriv­aði lag til, tá hann var fyrst í 20’unum.

 

Hann gav eisini nógv annað út m.a. “Jógvan í Kátuvík” og “Jógvan og Lív”, saman við Lív Berglind (f. Dam). Eisini luttók hann í 1972 á EP’ini “Manningin”, sum m.a. hevði lagið “Mær dámar bjór og brennivín” við Hera Kragesten, Finnboga Johannesen, Birgari Johannessen. Hetta er bara ein brotpartur av teimum útgávum, sum hann hevur luttikið á.

 

Í 1985 var Jógvan Telling liðugur við tónleikaútbúgving sína við universitetið í Keypmannahavn. Í eitt tíðarskeið eftir hetta sigldi hann sum tónleikari á marglætisferðamannaskipum á Donau og í Miðjarðarhavinum.

 

##med5##

 

Í 1986 flutti hann aftur til Føroyar og starvaðist á Føroya Læraraskúla og á Háskúlanum, Musikkskúlanum og eitt styttri tíðarskeið í Hoydølum.

 

Hann hevur stjórnað ymiskum kórum m.a. Glymur í 5 ár, Háskúlakórinum, Barnakórinum á musikkskúlanum og Kaggakórinum.

 

Hann starvaðist eisini í 70’unum og 80’unum hjá Útvarpi Føroya og hevði tónleikasendingar og V4-sendingar.

Í 1989 gav Harkaliðið út “Harkaliðið - for sale”, sum fekk nógva umrøðu, m.a. tí fútabann var sett ímóti einum sangi á fløguni.

 

Í 1990 kom so fløgan út aftur, nú nevnd “Mjólkavegurin”, við tí innihaldsligu broyting í mun til fyrru fløguna, at lagið, sum fekk fútabann, var skift út við eitt annað lag.

 

Í 1991 kom enn ein útgáva við Harkaliðnum út “Nýtt og grovt gamalt” við eldri og nýggjari tilfari.

 

Bólkurin helt fram við konsertum fram til á váríð 1993, tá Jógvan Telling fekk ein blóðtøpp í heilan. Síðani tá hevur Jógvan ikki havt møguleika at fáast nógv við tónleikin. Seinnu árini hevur hann lagt á annan bógv og fæst nú nógv við m.a. at mála málningar o.a. fyri at stytta sær stundir.

 

Jógvan Telling hevur verið ein av undangongumonnunum innan føroyskan rútmiskan tónleik, við m.a. nýskapandi útsetingum av løgum úr kvæða- og vísu­mentan okkara, við m.a. at seta nýggjari ljóðføri til hesi aldargomlu løgini.

 

##med6##

 

Jógvan hevur eisini megnað í sínum lagasmíði at gera løg, sum eru einkul, men hava megnað at fangað áhoyraran og fest seg í minnið á lurtarum í fleiri áratíggju.

 

Hann hevur verið ein av teimum virknastu føroysku tónleikarunum bæði í 70’unum og 80’unum, og tónleikurin hevur verið fjølbroyttur og fevnur um ný­skapan, skemt, kærleika, barnasangir og eisini meiri provokerandi sangir. Hann hevur sett tónleik til yrkingar hjá nógvum ymiskum yrkjarum, men hann hevur eisini skrivað ein stóran part av yrkingunum til sín tónleik sjálvur m.a. yrkingarnar til “Eg varnist okkurt vakurt” og “Eg haldi at eg livi”.

 

Frálíku evni hansara innan sangskriving fevna víða, frá tí ótrúliga vælskrivaða lagnum “Meg minnist eina mynd” til teir vøkru barnasangirnar “Skiparin lítli” og “Katrin býr við strondina” til teir skemtiligaru sangirnar “Eg skuldi verið Cowboy” og “Hon fór suður við Smyrli”, og sjálvandi og ikki minst til tónleikin, sum hann var við til at skapa saman við hinum í Harkaliðnum.

 

(Kelda: Hans Olivur Joensen)